Ein lítil ábending til venjing

Lars Olsen tykist enn ivast og vísti ikki uppstillingina fram til venjingina

Føroyska landsliðið hevur nú havt sína seinastu venjing undan landsdystinum móti Kosovo á Fadil Vokrri leikvøllinum í Prestina. Landsliðsvenjarin vísti ikki uppstillingina fram, men ein lítil ábending lá í einum av spølunum, sum spælararnir gjørdu.

 

Les eisini: Onkur broyting á landsliðnum

 

Fyrr í dag skrivaði In.fo, at helst verður leita eftir eini samanseting, sum hevur fleiri kropsliga sterkar spælarar í uppstillingini. Tá varð nevnd, at Rógvi Baldvinsson møguliga er eitt boð á miðvøllinum.

 

Í einum av spølunum til venjingina í dag skuldu tríggir spælarar verða sokallaðir “jokarar”. Tað merkir, at teir altíð eru í parti við tí liðnum, sum hevur bóltin. Her sást, at Hallur Hansson, René Shaki Joensen og Rógvi Baldvinsson vóru í miðjuni.

 

Hetta er bara ein lítil ábending, sum kundi bent á, at Rógvi Baldvinsson kemur inn á miðjuna, meðan møguliga Brandur Hendriksson verður eitt álopskent kort at spæla seinni í dystinum. Tó skal eisini nevnast, at tá spælt bleiv eldri móti yngri, so var Brandur Hendriksson “jokari”. Aðrir møguleikar eru, at Odmar Færø kemur á verjukenda miðvøllin ella á bakkin, meðan Gilli Rólantsson eisini kann spæla á bæði vinstra og høgra bakki, sum so loysir upp fyri, at rokera við miðvøllinum.

 

Einastu ábendingina vit hava fingið frá Lars Olsen higartil er, at hann heldur spælararnar hjá Kosovo verða nakað størri og sterkari enn teir hjá Malta. Okkurt bendir eisini á, at Lars Olsen enn ikki hevur tikið endaliga avgerð.

 

Vit gita: Føroyar (4-3-3)

Gunnar Nielsen – Gunnar Vatnhamar, Alti Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Rógvi Baldvinsson, Hallur Hansson, René Shaki Joensen – Sølvi Vatnhamar, Gilli Rólantsson – Jóan Símun Edmundsson