Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag, vil ikki gera stórvegis viðmerkingar til tíðindini um, at hjálparfólkini umhugsa at fara úr felagnum og stovna sítt egna fakfelag.
- Eg haldi ein lítil bólkur er misnøgdur, men eg haldi ikki, eg skal siga so nógv um málið júst nú, sigur hann.
Á aðalfundinum hjá Føroya Pedagogfelag bleiv eitt umstrídd uppskot samtykt, sum segði, at formaðurin í felagnum skal vera pedagogur, eins og at tveir av hinum fýra fakfelagslimunum skulu vera pedagogar.
Hetta merkir, at pedagogarnir altíð fara at hava meiriluta í nevndini og tað er fallið mongum hjálparfólkum fyri bróstið. Býtið millum hjálparfólk og námsfrøðingar í fakfelagnum er á leið 50/50, sambært formanninum.
Sjálvur var Jógvan Philbrow ímóti samtykta uppskotinum.
- Vit eru í ferð við at gera nakrar bygnaðarbroytingar í felagnum og tí haldi eg, at uppskotið ikki oridiliga var gjøgnumhugsað, sigur formaðurin.
Jógvan Philbrow sigur, at hann tosar við limirnar og sær tíðina an, áðrenn hann ger fleiri viðmerkingar til málið.