Tað fer at kosta einum manni 2500 krónur, at hann ikki sissaði seg eina náttina í Havn fyrr í vetur. Hann varð staddur mitt í býnum, tá ið hann fekk ilt eyga á ein annan og legði á.
Løgreglan kom upp í og tað endaði við, at hann varð ákærdur fyri at hava sligið hin í andlitið við knýttum neva og fyri at hava givið honum ein lúsing afturat.
Oman á alt varð hann eisini ákærdur fyri at hava sparkað hin í lærið.
Ákærdi játtaði seg partvís sekan.
Skaðin varð ikki tann stóri, tí tá ið løgreglan dugdi onki at síggja á manninum, sum varð sligin og sparkaður, hvørki í andlitinum ella á lærinum.
Men hann var eymur í andlitinum
Rætturin helt ikki, at tað kundi prógvast, at maðurin hevði sligið við knýttum neva. Hinvegin varð hann dømdur fyri at hava givið hinum ein lúsing og fyri at hava sparkað hann.
Men dómarin helt, at bæði lúsingur og spark líktust meiri markeringum, heldur enn einum rættiligum slagi og sparki.
Og fyri tað varð hann dømdur at rinda 10 dagbøtur upp á 250 krónur hvørja, ella 2500 krónur tilsamans.
Hann skal eisini rinda tað, sum sakarmálið kostaði og tað verða nakrar fáa túsund krónur afturat.