Fuglafjarðar kommuna og P/F Havsbrún hava undirskrivað ein 15 ára sáttmála um at útbyggja Fuglafjarðar Havn.
- Vit ásanna, at stórur og fíggjarkrevjandi tørvur verður á útbyggingum av Fuglafjarðar Havn í komandi tíðum fyri framhaldandi at tryggja menning og framburð hjá havnini og virkjunum - og soleiðis eisini øktu framleiðsluni hjá Havsbrún.
Tað siga tey í Fuglafjarðar kommunu. Í tíðindaskrivi í dag vísa tey á, at tað slóðbrótandi við sáttmálanum er, at Havsbrún ger høvuðspartin av íløguni og stendur sum eigari av íløguni og fyri viðlíkahaldinum av ognini.
- Ein brúksavtala verður gjørd partanna millum, sum tryggjar kommunu og almenning at ferðast yvir og á økinum, sum Havsbrún er eigari av. Økið skal roknast sum partur av Fuglafjarðar Havn og gevur Fuglafjarðar kommunu og havnamyndugleikum brúksrættindi, verður lagt aftrat.
Ein tiltaksætlan fyri Fuglafjarðar Havn er gjørd av teknisku deild hjá Fuglafjarðar kommunu - við tekning og tilhoyrandi kostnaðarmeting frá Havsbrún. Talan er um eina íløguætlan á umleið 500 miljónir krónur tey næstu árini.
Í sáttmálaskeiðnum verða vørugjøld til Havsbrún lækkaði, sum eitt mótvirði fyri tær íløgur, sum verða gjørdar í Fuglafjarðar havn. Talan er bert um vørugjøld, øll onnur gjøld vera óbroytt.
Kristian Petersen, vinnunevdarformaður í Fuglafjarðar kommunu, vísir á, at hetta hevur verið ein sera drúgv og strævin tilgongd, sum báðir partar at enda eru samdir um.
Hann vísir á at Fuglafjarðar kommuna, hevði ikki havt møguleika at fíggjað so stórar útbyggingar, sum Havsbrún komandi árini hevur tørv á, og tí er hann eisini sera fegin um, at hetta nú er loyst á ein slíkan hátt.
- Eg eri vísur í, at avgerðin er til frama fyri bæði Fuglafjarðar kommunu og Havsbrún, sigur Kristian Petersen, vinnunevdarformaður.
Odd Eliasen, stjóri á Havsbrún, sigur, at hann vegna fyritøkuna er fegin um, at nú er komið á mál við sera drúgvu samráðingunum. Hann sigur seg vera sannførdan um, at sáttmálin fer at hava positiva ávirkan, bæði fyri Havsbrún og ikki minst fyri Fuglafjarðar kommunu.











