Ein lágtrýst ryggur norðanfyri Føroyar

Jákup Petersen
-----

Á miðdegi í dag varð útvarpið komið so illa fyri, at neyðugt var at seta seg í samband við donsku veðurstovuna fyri at fáa at vita, hvussu veðrið hjá okkum er.
Veðurfrøðingurin í DHI visti at siga, at okkara vanlukka botnaði í einum lágtrystryggi sum hevur gingið norðanvert Føroyar allan vetur.
Væl vitandi um, at danska veðurtovan helst er tann vánaligsta til at koma við veðurforsøgnum fyri Føroyar, so vóru tað helst ikki nógv sum litu á hetta.
Norsku og ensku veðurtovurnar eru vanliga sera beinraknar, tá tað kemur til forsøgnir um veðrið í Føroyum. Teimum á baki eru bæði íslendsku og svensku veðurstovurnar. Danska veðurstovan er ikki serliga álítandi.
Um nú Útvrp Føroya ístaðin fyri hevði sett seg í sambnd við norsku veðurstovuna, so høvdu tey fingið at vita, at tað als ikki hevur ligið nakar lágtrýstryggur norðan fyri Føroyar allan vetur.
Vit fingu nøkur beinleiðis »hit« mánðarkiftið novembur/desembur, men eftir hetta fór ryggurin suðurum og varð til stóran ampa fyri Skotland og Írland. Lágtrýstini fóru síðani dundrandi yvir Danmark og raktu Suðurnoreg, Suðursvøríki og Týskaland.
Hereftir fóru tey langt norðurum ímillum Ísland og Grønland fyri síðani at koma spakuliga suðuraftur og geva Suðurlandinum í Íslandi toyggið.
Vit hava í hesum tíðarskeiði havt fleiri hugnalig hátrýst megan serliga okkara grannar sunnanfyri eru raktir av lágtrýstum. Seinasta vikuskiftið lá so aftur eitt hátrýst yvir okkum og gav okkum hita upp til eini 8 – 10 stig og blika logn.
Og nú kom so aftur eitt lágtrýst beint á okkum. Men hóast hetta, so hava grannar okkar, og serliga teir sum liggja sunnan fyri okkum fingið av at vita í vetur.
Men tað letur til, at Útvarp Føroya bert lítir á veðurtíðini, sum koma úr einum landssynningi. Eitt atburðarlag sum kallast »running back to mama«.