Ein løgreglustjóri afturat farin frá

Í gjár fór løgregluovastin í London, Paul Stephenson, frá orsakað av gøluni um arbeiðsháttin hjá News of the World, og í dag fekk gølan John Yates at siga seg úr tí triðovasta starvinum í bretsku løgregluni. Fyri tveimum árum tók John Yates avgerð um, at tað var ikki neyðugt at taka eitt mál um ólógliga telefonlurting hjá News of the World framaftur, tí eftir hansara tykki var eingin orsøk til at kanna málð umaftur.

Sambært borgarstjóranum í London, Boris Johnson, hevði John Yates einki í at velja. Borgarstjórin sigur, at hevði Yates ikki sagt upp, hevði hann fingið sekkin.

BBC sigur frá vælvitandi keldum, at David Cameron, forsætisráðharri, er sera misnøgdur við tað, sum løgreglan hevur gjørt í sambandi við gøluna um telefonlurtingina hjá News of the World. Gølan er eisini óheppin fyri forsætisráðharran, sum hevur havt gott samband við fleiri blaðstjórar hjá Rupert Murdoch. Cameron er á vitjan í Afrika, men í gjár boðaði hann frá, at hann hevur gjørt av at stytta ferðina, so hann kann kalla parlamentið saman til kreppufundar at viðgera gøluna.