Fyri triðju ferð er hann nú trýstur niðan í Løgtingið fyri at vita, hvat hann skal meina í Kyoto – málnum.
- Í einum umfari fyri at leggja Kyoto - málið fyri tingið,
í øðrum umfari fyri at sóknast eftir, hvussu hansara egna uppskot skal skiljast,
og í triðja umfari at sóknast eftir sjálvari trygdini, sum Connie Hedegaard krevur.
Í sambandi við viðgerðina og samtyktina av Kyotosáttmálanum vístu vit á, at landsstýrið var sett undir umsiting av danska umhvørvismálaráðnum.
Og so var.
Ráðharrin boðar nú løgmanni frá, at:
“før den danske regering kan bede FN om at ophæve det territoriale forbehold for Færøerne, må Færøerne derfor indenfor de frister, FN har fastsat, tilkendegive at ville påtage sig en reduktionsforpligtigelse på 8 % i 2008-2012 i forhold til 1990 samt påtage sig ansvaret for at indfri denne forpligtigelse. En sådan tilkendegivelse foreligger endnu ikke.”
Sjálvandi undraðust vit yvir, at løgmaður ikki hevði skilt boðskapin, og ikki tyktist hava neyðuga førleikan til at bera boðskapin víðari til røttu viðkomandi.
Í álitinum vístu vit á, at einki ítøkiligt varð nevnt um, hvørjar útlátsskyldur Føroyar skuldu átaka sær, og at danska Umhvørvismálaráðið, sum var inni í sjálvari løgtingsviðgerðini, segði tað sama.
Umhvørvismálaráðharrin vísti á, at hon í skrivi frá 16. august 2007 hevði boðað landsstýrinum frá, at ein avtøka av fyrivarninum merkti, at Føroyar bundu seg til at skerja útlátið við 8%.
Umhvørvismálaráðið segði eisini, at ein samtykt av málinum vildi vera treytað av eini greiðari samtykt, har vit boðaðu frá, at vit bundu okkum til at minka útlátið við 8%.
At enda slóð ráðharrin fast, at føroyingar í longri tíð høvdu verið vitandi um, at 24. september 2007 var í allar seinastu løtu til at boða frá loyvdu útlátsmongdini,
Í álitinum í løgtinsmálinum vísttu vit á, at eingin ivi var um, at við samtyktini av hesum máli bundu vit okkum til ein niðurskurð upp á 8%.
Eisini vístu vit á, at eingin orka var sett av til at kanna, hvørji tiltøk vóru neyðug fyri, at Føroyar kundu minka sítt CO2 útlát, at tað var rættiliga avmarkað, hvørja orku landsstýrið hevði brúkt til hetta mál í heila tikið, og at eingin samlað meting var gjørd av kostnaðinum í hesum máli.
Í uppskotum okkara, sum fyrr eru løgd fyri tingið í fleiri umførum, varð mælt til, at landsstýrið tók upp samráðingar á millumtjóðastøði til tess at áseta egna kvotu og binda okkum beinleiðis mótvegis altjóða stovnum samsvarandi okkara búsetingarmynstri, vinnustrukturi, møguligari oljuvinnu, livihátti v.m.
Víst var á, at bráðneyðugt var at samtykkja í hesum máli, bæði tí vit áttu at taka ábyrgd av umhvørvisøkinum, og tí at treytirnar annars bara herdust, um vit hildu okkum uttanfyri.
Tað er at harmast um, at vit ikki fyri rúmari tíð síðan hava avgreitt hesi viðurskifti eftir egnum fortreytum, so sum vit fleiri ferðir hava skotið upp á tingi.
Sum einasta land í heiminum noyðast vit nú undir ein niðurskurð, sum er roknaður eftir fortreytunum og strukturunum í einum øðrum landi.
Danska umsitingin er, so sum vit hava sagt frá, framvegis virkin í málinum, og enn eina ferð er sjálvur løgmaður bukaður niðan í løgtingið fyriat fáa eina meining um, hvat hann skal halda um hetta mál.
Á fíggjarlógini 2007 er eingin játtan, og á fíggjarlógaruppskotinum 2008 er ikki ein króna sett av til hetta mál.
Týsdagin, 16. okt. verður so aftur fundur í Uttanlandsnevndini um donsku krøvini til Kyoto – málið., har løgmaður nú loksins sigur seg vilja sleppa undan fleiri misskiljingum millum Løgtingið og landsstýrið í hesum fyri samfelagið sera týdningarmikla máli, og at hann tí fer at ráðføra seg við uttanlandsnevndina samsvarandi § 54 í stýrisskipanarlógini, áðrenn víðari verður farið við málinum.
Eg meini tað.










