Hov: - Eg skilji kortini ikki rættiliga hesar uppgerðirnar frá TAKS, sigur Delmar, eitt sindur ørkymlaður á málinum.
Í desember mánaði í fjør vísti yvirlitið eina sera stóra afturgongd í inntøkuni hjá kommununi. Tað serstaka var, at hetta var als ikki fyrstu fer at slíkt hendir.
Fyri nøkrum árum síðani vaks inntøkan brádliga við omanfyri 135 prosentum í mun til tað sum metta varð frammanundan. Hetta kom sjálvandi óvart á tey í bygdarráðnum, men tað var kortini trupult at fáa eina frágreiðing um orsøkina.
- Nakrar mánaðir seinni fingu so eina stóra rokning uppá næstan eina hálva millión, tí metingin var púrasta skeiv, sigur Delmar Tausen, sum undrast á hesa skipanina.
Í kommununi eru nakrir borgarar við góðum inntøkum, og tað er helst orsøkin til at kommunan nú í januar mánaði fekk meiri skatt inn enn frammanundan mett.
Í prosentum er vøksturin omanfyri 20 prosent. Í krónum ein vøkstur uppá 39.300 krónur.
Kommunan er annars væl fyri fíggjarliga. Í mars mánaði verður seinasta avdragið í kommunuskuldini goldið.
- Vit ætla at fáa skil uppá kloakkirnar. Men um tað verður í ár, er ikki greitt enn, sigur borgarstjórin í Hovi.