Løgnir fiskar
Mong undarlig fyribrigdi finnast í náttúruni ? fyribrigdi, sum eru sjáldsom og forvitnislig. Men sum oftast er ein ella onnur frágreiðing um, hví frávik eru frá tí vanliga.
Fyri nøkrum árum síðan prentaði FF-blaðið, sum Føroya Fiskimannafelag gevur út, myndir av einum "spegilsvendum" svartkalva, sum var ávikavist ljósur og myrkur ? á øvutum síðum.
Vit kunnu siga, at hesin kalvin vendi øvut!
Tað er eisini kent í náttúruni uppi á landi, at fuglar kunnu hava aðrar litir enn vanligt, og soleiðis er eitt nú onkur kritahvítur havhestur fingin við fleygastongini ella á báti.
Hvítur kalvi
Línuskipið, Váðasteinur, fekk á vári 2004 eina sjáldsama kalvaspraggu á Føroyabanka. Hans Eli Sivertsen av Argjum, sum var við Váðasteini, sendi Fiskirannsóknarstovuni kalvaspragguna.
Á Fiskirannsóknarstovuni hava tey síðan avmyndað og kannað sjáldsama fiskin.
- Kalvin er hvítur á vinstru lið eins og aðrir kalvar. Men á høgru lið, har aðrir kalvar eru dimmir, grásvartir ella brúnligir, er kalvin, sum Váðasteinur fekk, mest sum bara hvítur. Høvdið, stertarendin og onkur blettur her og har hava tó vanligan kalvalit.
Albino-fyribrigdið
Á Fiskirannsóknarstovuni halda køn fólk, at hesin kalvin er soleiðis vorðin, tí sonevnda albino-fyribrigdið hevur gjørt um seg.
- Kalvin er lutvíst albino, sum er eitt viðføtt genetiskt brek. Hetta førir við sær vantandi melanin-pigment (litpigment) í eygum, húð og hári.
Á Fiskirannsóknarstovuni sigur eingin seg kenna til nakað fordømi av hesum slagi hjá kalva.