Fiskur
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Tá brúkararnir á Virkni vóru túr í Sandágerði í morgun, sóu tey eina heldur óvanliga sjón. Á veg niðan gjøgnum ánna var ein ovurlangur fiskur, ið tey ikki kendust við.
Menn hjá brandstøðini í Havn, sum vanliga koyra fólkini við MBF bussinum, fingu fatur á einum kavara hjá brandstøðini, sum kom oman og fangaði fiskin og fekk koyrt hann í eitt kar.
Fiskurin var enn livandi. Onkur, sum kom á staðið, helt seg kennast við henda fiskin, at tað var ein silvurkalvi. Fólk frá Havstovuni váttaðu, at talan er um ein silvurkalva. Hann er umleið hálvanannan metur langur.
Silvurkalvi er ikki heilt óvanligur undir Føroyum.










