Ein løgin dystur

- Hetta var ein ótrúliga løgin dystur. Eg haldi, at vit stýra so at siga øllum, men vit skora bara ikki. Hinvegin hava teir einar fýra møguleikar, sum teir so skora trý mál uppá, so hetta er ein ótrúliga løgin dystur.

Tað staðfesti liðskiparin hjá B36, Klæmint Matras, sum ikki reiðiliga visti, um hann skuldi vera vónbrotin um tapið ella errin um avrikið í Gundadali.

- Sjálvandi er mann vónbrotin, tá mann tapir. Men vit spæla ein ótrúliga góðan dyst, og vit geva alt, sum vit eiga í okkum. So hjá okkum er bara at halda hesum koyrandi. Gera vit tað, so ivist eg ikki í, at vit koma at fáa nóg mikið av stigum seinastu seks dystirnar, segði Klæmint Matras.