Anna Maria Persson
Valevni Javnaðarfloksins til Tórshavnar Býráð
Tað tykist, sum at øll sum stilla upp til kommunuvalið í Tórshavn, prioritera eldraøkið høgt. Guð gævið sagt, at so varð, tí ongastaðni er tørvurin á ellis- og røktar-heimum so stórur sum í Suðurstreymi. Tórshavnar kommuna er væl fyri fíggjarliga og hevur tí ráð til at raðfesta vælferðaruppgávurnar.
Mett verður, at økið manglar 89 pláss í 2005. Tølini siga eitt. Runt í kommununi sita gomul og avlamin, sum ongum bíðilista eru á, men sum saktans kundu trongt til eina hjálpandi hond. Summi kundu við eitt sindur av hjálp havt ein tryggari gerandisdag heima, og onnur høvdu klárað seg í einum sambýli ella í eini eldraíbú.
Sjálvt um vit hava stovnar í Havn til tey gomlu, sum eru ringast fyri, so eru alt ov nógv, sum ongastaðni sleppa inn, tí pláss er ikk fyri teimum. Eg havi verið sjúkrasystir í kommunu-læknaviðtalu í Havn í 23 ár. Ómetaliga ofta hava vit sitið og tosað við bæði gomul og teirra avvarðandi, um at nú má okkurt gerast, tí nú klára tey tað ikki longur. Hetta er ikki grenj, men gerandisdagurin hjá mongum, sum royna at taka sær av sínum gomlu, sum klára seg verri og verri, gerast sjúkari, gloymskari og meira óhjálpin, og mugu hava fólk hjá sær alt samdøgrið. Øll familjan er rakt, tí øll vilja vit gera tað allarbesta fyri okkara egnu. Ofta hevur tað verið svárt, at víst fólki frá sær, uttan at kunna hjálpa. Um eg í sovorðnum løtum varð spurd, um eg var stolt av at vera føroyingur, hevði eg sagt nei.
Sjálvt um landið enn hevur ábyrgdina av økinum, so verður tað kommun-an, sum í nærmastu framtíð kemur at reka tað. So lat okkum longu nú ávirka, hvussu tað verður skipað og rikið á skilabestan hátt.
Røktar- og umlættingarheimið Lágargarður er ein vælvirkandi stovnur fyri tey, ið krevja kvalifiseraða hjálp alt samdøgrið. Á Lágargarði eru 48 bú-fólk. Vit hava brúk fyri einum Lágargarði aftrat.
Kommunan hevur peningin. Og vit kunnu tryggja, at hann ger gagn. - Ættarlið eftir ættarlið.