EIN ØL ella EITT ØL - EIN SODAVATN ella - EITT SODAVATN

Í máltátti Útvarpsins hug­leiddi málfrøðingur um ØL. Hví siga vit ein øl (kvennkyn), tá øl er hvørkikynsorð (eitt øl)?

Eyðun á Borg


Løgið, men eg helt meg ikki hoyra hann nevna ta ein­føldu orsøkina: Vit siga ølin hon, tí vit hugsa um fløsk­una (kvennkynsorð). Tað sama er galdandi fyri eina soda­vatn, sjálvt um vatn er hvør­ki­kyns­orð.

Ein lurtari segði seg í eini við­merking fegnast um , at hes­in mál­frøð­ing­urin var slopp­in framat í Út­v­arp­i­num. Or­søkin mundi vera, at hann ikki var so ósamdur við mál­dálk­ar­arnar.

Annar lurtari segði í eini við­merk­i­ng: »Ikki gjørdist eg stórt klókari av hasum øl­prá­t­i­­num, men tað verður tú sjáld­an av øli.« Væl sagt!

BLANDINGSMÁL: Í øðr­um máltátti segði hes­in sami mál­frøð­ing­ur: »Før­oyskt er eitt bland­ing­s­mál, um vit vilja tað ella ei.« Ja, sum nógv mál­bera seg, er før­oyskt vissuliga ofta ein skurv­bland­ing­ur av før­oyskum og donsk­um, men tað eigur at fáa okkum, ikki minst mál­frøð­ing­ar, at hjúkla um málið.

Ikki haldi eg tað søma seg fyri málfrøðing í máltátti Út­varps­ins at brúka hesi orð: massi, bestemma, deila.

á Borg á altjóða móð­ur­máls­degi, grýlukvøld í torra­sól 2012
Við reinførismálkvøðu.