Fyritøkurnar, sum framleiða fartelefonir, eru endiliga vorðnar samdar um, at allir løðarar til fartelefonir skulu vera eins innan ár 2012.
Á altjóða messuni fyri fartelefonframleiðarar, Mobile World Congress, sum var týsdagin í farnu viku, boðaðu fyritøkurnar frá, at tær framyvir fara at samstarva um at menna ein standardløðara, sum hóskar til flestu fartelefonirnar á marknaðinum innan ár 2012.
Millum fyritøkurnar, sum luttaka í samstarvinum, kunnu vit nevna eitt nú Nokia, Samsung og Motorola.
Norska blaðið VG sigur, at endamálið við avtaluni er at minka um burturkastið og um útreiðslurnar hjá teimum, sum keypa sær eina nýggja fartelefon.
Framleiðararnir hava í fleiri ár verið undir trýsti frá ES, sum krevur standardar á nærum øllum økjum.
Fyrr í vikuni segði Guenter Verheugen, ráðharri í vinnumálum hjá ES, við týskt útvarp, at tolið varð uppi, tá hann fann útav, at tað eru fleiri enn 30 ymiskir løðarar á marknaðinum í teimum 27 ES-londunum.