Verður fiskivinnan í Føroyum løgd um til eina kvotuskipan hevði tað verið gott fyri kredittvirðið hjá Føroyum.
Tað staðfestir altjóða metingarfyritøkan Moody’s, sigur Landsbankin. Landsbankin sigur, at Moody´s vísur á, at ein kvotaskipanin er meira liðiligur háttur at laga fiskiorkuna til støddina av fiskastovunum, og at tað minkar um vandan fyri ovfisking.
– Harafturat vil skipanin betra um inntøkurnar hjá landskassanum, sum tey eisini meta fara at vaksa, verða fiskastovnarnir undir Føroyum umsitnir væl. Samstundis fer ein vaksandi altjóða eftirspurningurin eftir fiski fer at ávirka prísirnir uppeftir.
– At landsstýrið, saman við fiskifrøðingum, ger umsitingarætlanir fyri fiskastovnarnir, váttar at landsstýrið gevur eina klára tilsøgn um eina burðadygga stovnsrøkt, vísur Moody’s á.
Niðurstøðan hjá Moody’s er at fiskivinnurnýskipanin gevur landsstýrinum tey røttu amboðini til at tryggja eina burðadygga fiskivinnu, sum er sera týðandi fyri Føroyar, samstundis sum nýskipanin breiðkar um inntøkugrundarlagið, sigur Landsbankin.









