Tann nývaldi forsetin í Egyptalandi, Mohamed Mursi úr Muslimska Bróðurskapinum, fer at tilnevna tveir varaforsetar, ein kristnan mann og eina muslimska kvinnu. Tað sigur politiski ráðgevi hansara, Ahmed Deif, við sjónvarpið CNN.
-Varaforsetarnir skulu ikki bara umboða ávísar bólkar ella ávís mál, men teir skulu vera politikarar við stórum valdi og myndugleika, sigur ráðgevin.
Ahmed Deif sigur, at hetta verður fyrstu ferð í teiri gomlu egyptisku søguni, at ein kvinna fær eitt týðandi politiskt embæti.
Undan forsetavalinum segði Mohamed Mursi, at kvinnur áttu ikki at stilla upp til forseta, men undir valstríðnum segði hann, at hann ætlaði sær at stríðast fyri rættindunum hjá kvinnum, og at kvinnur í Egyptalandi hava somu rættindi sum menn.