Ein kvinna skal stýra Teilandi

Í Teilandi hevur andstøðuflokkurin Puea Thai vunnið tjóðartingsvalið, sum var í dag, og sostatt er greitt, at landið fyri fyrstu ferð fær eina kvinnu til forsætisráðharra. Tað er Yingluck Shinawatra, sum er systir fyrrverandi forsætisráðharran Thaksin Shinawatra, sum varð koyrdur frá í 2006 fyri svik.

-Fólkið hevur givið mær møguleikan, og eg fari at gera mítt besta fyri at tæna fólkinum, segði tann 44 ára gamla Yingluck Shinawatra, tá tað var greitt, at flokkur hennara hevði fingið meiriluta í tinginum. Hon legði afturat, at hon fer at samráðast við aðrar flokkar um at skipa eina samgongustjórn.

Uppteljingin aftan á valið vísir, at Puea Thai hevur fingið 261 av teimum 500 sessunum í tjóðartinginum. Tað er nakað minni, enn veljarakanningar undan valinum vístu.