Ein kvinna millum menn

Lions-feløgini kring landið eru feløg, har bert menn eru í leiðsluni. Men eitt undantak er. Tað er felagið, LC Eysturoy, sum í síni reglugerð eisini kann hava kvinnulig umboð í leiðsluni

Lions Club

Lions-feløgini í Føroyum, sum eru fimm í tali, eru at kalla øll mannað við monnum. Reglugerðirnar hjá feløgunum siga, at tað eru bert menn, sum kunnu verða í leiðsluni. Tó er eitt undantak. Tað er Lions C Eysturoy. Hetta er einasta Lions-felagið í Føroyum, sum sambært reglunum kann hava kvinnulig umboð í leiðsluni.
Og tað hevur felagið eisini.
Kvinnuliga umboðið hjá LC Eysturoy er Eyðbjørg Thorleifsson, sum er grannskoðari og í fleiri ár hevur havt grannskoðaravirki á Skála.
Eyðbjørg er onnur kvinnan, sum hevur havt sæti í leiðsluni í Lions C Eysturoy, men í løtuni er hon einasta kvinnan yvirhøvur, sum umboðar eitt Lions-felag í Føroyum.

Trívist væl

- Mær dámar væl at fáast við arbeiði, sum Lions-feløgini takast við, og eg trívist væl millum mannfólkini, sum annars eru í leiðslu felagsins.
Hon sigur, at í sínum arbeiði sum grannskoðari, eru flestu viðskiftafólkini mannfólk, tó at virkið eisini hevur viðskiftafólk, sum eru kvinnur.
- Í mínum arbeiði eri eg so von við at samskifta við mannfólk, og tí er tað eingin sum helst trupulleiki, at eg í løtuni eri einasta kvinna í Lions C Eysturoy, sigur Eyðbjørg Thorleifsson.

Tók sína tíð

Umboð fyri Lions C Eysturoy siga, at tað tók sína tíð at fáa undirtøku fyri at broyta reglugerðina, soleiðis at felagið eisini kann hava kvinnulig umboð í leiðsluni.
- Men hetta eydnaðist, og sambært skipanini er einki tal ásett, hvussu stórur partur skal vera menn, og hvussu stórur partur av leiðsluni kann vera kvinnur, siga tey í Lions C Eysturoy.