Tvey valevni eru til formansvalið í grønlendska Landstinginum í dag, og annað teirra er ein kvinna Tað er Siumut, sum hevur gjørt av at stilla Ruth Heilmann upp til formansvalið. Frammanundan hava IA og Demokratarnir stillað Josef Motzfeldt upp. Hann hevur verið tingmaður síðani 1987.
Tann 62 ára gamla Ruth Heilmann sigur við Sermitsiaq, at hon hevur fingið lyfti um stuðul frá Siumut. Blaðið heldur eisini, at hon hevur góðar møguleikar, tí hon hevur sitið í formansskapinum í Landstinginum í fleiri ár.
Spurningurin er, hvat valevni Atassut fer at styðja. Formaðurin, Finn Karlsen, segði fyrr í vikuni, at persónliga hevði hann einki ímóti, at formaðurin var úr einum andstøðuflokki. Hinvegin man tað vera ivasamt, um Atassut fer at ganga ímóti valevninum hjá hinum samgonguflokkinum.