Ein kunning um havnarmál og ikki

Tað hevur verið ført fram her í blaðnum, at tað er ein málførismunur, at stovnssjálvljóðið a ikki broytist til o í kvinnunøvnum við u-umljóði, t.d. Hannu / Honnu, Sannu /Sonnu, Annu / Onnu, Marsanna /Marsonnu, Julianna /Julionnu o.s.fr.

Hetta er ikki rætt. Hetta er ikki nakað sereyðkent fyri havnarmál; hetta er ein broyting, ið hendir um allar Føroyar, t.e. í øllum málførum. Tó eru enn fólk, ið siga Honnu, Sonnu og Onnu í eykaføllum – kanska serliga tey, ið vilja vanda sær um málið.

Í sama viðfangi hevur staðið at lesa, at u-umljóð ongantíð hevur verið virkið í havnarmáli. Heldur ikki hetta er rætt. U-umljóð kom í longu í norrønari tíð, og tað sæst tí aftur í øllum málførum í Føroyum. U-umljóð sæst eitt nú í orðunum børn, øksl, gørðum. Í øðrum orðum verður a > o (undan n ella m), t.d. lond, lomb, monnum. Í summum førur hevur umljóðssniðið enntá sigrað, t.d. gøta (< gata), omma (< amma).

Sostatt: U-umljóð er til í havnarmáli eins og í øðrum málførum í Føroyum. Og tað er ikki avlagt at nýta u-umljóð í Havn.