Ein koyrdi við kenning í Klaksvík

Í gjár um 17.00 mundið varð ein persónur tikin í bili í Klaksvík. Illgruni var um óregluliga koyring og rætt var, tí persónurin hevði drukkið rúsdrekka.

 

 

 

Tá ið løgreglan steðgaði persóninum og viðkomandi blásti í tólið, sum kann vísa, hvussu nógv rúsdrekka fólk hava drukkið, var støðan ikki góð.

 

 

 

Tí meðan markið fyri, hvat ein kann hava av rúsdrekka í blóðinum er 0.2 promille, so vísti tólið heili 2.0 promilli hjá føraranum í Klaksvík. Hesin verður skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.