Ein koyrdi á bussskýli - ein annar gleið út av vegnum

- Í báðum førum var talan um hálku og vind, men her var tíbetur eingin persónsskaði, sigur løgreglan.

 

Um 23-tíðina í gjárkvøldið koyrdi ein bilur á eitt bussskýli í Liðini í Kollafirði.

 

Løgreglan sigur, at tað var hált og nógvur vindur, tá óhappið hendi.

 

- Bussskýlið fekk nokso stóran skaða. Bilurin fekk eisini nakað av skaða, men her var tíbetur eingin persónsskaði.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at bilurin, sum koyrdi á bussskýlið, var væl skøddur, og førarin var bæði edrúur og hevði koyrikort.

 

Um 01.30-tíðina í nátt hendi eisini eitt bilóhapp á Kambsdali. Her var eisini hált og nógvur vindur.

 

- Bilurin, sum gleið út av í ovara borði, fekk nakað av skaða, men heldur ikki her var nakar persónsskaði, sigur løgreglan.

 

Heitt verður á bilførarar, nú tað bæði kann vera hált og nógvur vindur, um at ansa sær og taka atlit til koyrilíkindini.