Vanliga gera løgreglan ferðmátingar á landsvegunum. Men av og á verða eisini kanningar gjørdar inni í býunum.
Soleiðis varð eisini gjørt í gjárkvøldið, tá løgreglan var á Landavegnum í Havn og gjørdi slíkar ferðmátingar.
Teir máldu hesa løtuna ein bilførara sum koyrdi 81 kilometrar um tíman, í einum øki, har ikki er loyvt at koyra meiri enn 50.
Tað eru ávís vegastrekki í Havn, har væl liggur fyri at koyra skjótt. Landavegurin er eitt teirra, men tað er framvegis ikki loyvt at koyra skjótari enn 50 km/t hóast tað.









