Á sínum Facebook-vanga í gjár sigur Hjaltur Poulsen, at lítli og hjartkipti kópurin vildi sleppa uppi bátin - undan mastrarhvalunum, sum reikaðu kring bátin. Myndirnar tók Hjaltur Poulsen

Ein lítil kópur bað Hjaltur um hjálp

Í gjár upplivdi Hjaltur Poulsen, at ein hjartkiptur og skríggjandi kópur vildi sleppa uppí bátin - undan nøkrum mastrarhvalum

 

Á sínum Facebook-vanga í gjár sigur Hjaltur Poulsen, at lítli og hjartkipti kópurin vildi sleppa uppi bátin - undan mastrarhvalunum, sum reikaðu kring bátin. Myndirnar tók Hjaltur Poulsen

Hendingarnar og upplivingarnar á sjónum kunnu vera nógvar og ymiskar.

 

Ert tú ofta á báti, upplivir tú eisini ymiskt - og onkuntíð okkurt heilt serstakt.

 

Soleiðis var hjá Hjalturi Poulsen, tá hann var á floti norðanfyri í gjár.

 

- Tá kom ein bólkur av mastrarhvalum og amaði seg upp á bátin. Løtu seinni kemur ein lítil og hjartkiptur kópur skríggjandi móti bátinum.

 

Á sínum Facebook-vanga í gjár, sigur Hjaltur Poulsen, at kópurin vildi sleppa uppi bátin - undan mastrarhvalunum.

 

- Eg legði byrsuna frá mær, og læt kópin sleppa at krógva seg við motorin á bátinum í umleið ein hálvan tíma, til hvalirnir hvurvu.

 

Í sínari frásøgn á Facebook-vanganum vísir Hjaltur Poulsen á, at kópur er besta føði hjá mastrarhvalum. 

 

- Jú, man blotnar viðhvørt, leggur hann aftrat.

 

##med2##

 

##med3##

 

 

 

 

 

 

 

Á sínum Facebook-vanga í gjár sigur Hjaltur Poulsen, at lítli og hjartkipti kópurin vildi sleppa uppi bátin - undan mastrarhvalunum, sum reikaðu kring bátin. Myndirnar tók Hjaltur Poulsen

Ein bólkur av mastrarhvalum amaði seg upp á bátin, tá lítli kópurin bað um hjálp