Ein kollfirðingur fyllir áttati

Leygardagin 17. november fyllir Mariel Poulsen á Argjum 80 ár.

Hóast Mariel nú í eitt mannaminni hevur hildið til á Argjum, so er hann fyrst og fremst kollfirðingur. Hann traðkaði barnaskógvarnar í Kollafirði, nærri roknað á Signabø og hóast hann hevur búleikast kring landið, so er enn eyðkeynda kollfjarðamálið enn tað sum kemur av hansara varrum. Og serliga kemur tað til sjóndar, tá íð hann sigur frá eini góðari, einari, sum fær okkum at smílast og tær eru ikki so fáar hvis man er kollfirðingur av format og eisini góður frásøgumaður sum Mariel,

Mariel er ikki so gamal í mínum lívi, egentiliga var hann farin um tey sjeyti, tá vit møttust fyrstu ferð og sakin er tann, at eg lærdi hann at kenna gjøgnum dóttrina Mariu. Eg var blivin forliptur í henni, tað eru eg forrestin enn, og við henni fann eg eisini heimsins besta svigarpápa. Vit báðir Mariel og eg blivu væl beinanvegin og vit svinga líka væl enn.

Mariel er ein ógvuliga virkin maður og hann hevur so nógvar tangentar at spæla á. Hann er ein knasandi dugnaligur handverkari og løturnar á verkstaðnum í kjallaranum er ein týðandi partur av hansara lívi, eisini í dag.

Hann er eitt slag av Georg Gearløs, uppfinnari um ein háls, húsini á Argjum eru fylt við lutum og innrætningum, sum minna um ein sannan uppfinnara. Hansara sterkasta síða er kanska rustfría stálið og tað er ikki tann hjálpandi mekanisma, sum hann ikki kann finna uppá, far hann eina stong ella eina plátu av rustfríum millum hendurnar. Hjá Mariel er ikki langt frá at hugskotið føðist og til tað verður ment í verki til nakað sum dugir.

Og handverkararoyndirnar hjá Mariel koma ikki frá ongum. Longu sum smádrongur royndi hann seg sum uppfinnari. Hann gjørdi sítt egna leikutoy. Seinni mentist handverkara genið tá íð hann kom í læru millum menn í smiðjuni Ídni í Klaksvík.

Tá íð hann var avlærdur jarnsmiðjur fór hann niður læra meira og fór síðan út at sigla. Hann kom víða um í heiminum, og var staðkendur millum annað í Singapore fyrst í fimtiárunum. Seinni í fimtiárunum fór hann at starvast sum maskinmeistari á elverkinum við Strond í Klaksvík. Í 1963 flutti hann saman við konuni og børnunum til Vestmanna, har hann var verkmeistari hjá SEV í 13 ár. Síðan flutti hann til Argir og arbeiddi sum lærari á Tekniska Skúla í fleiri ár.

Sum ungur møtti Mariel konuni Ragnu, sum var ættað úr Fuglafirði. Hon var av Jøkladalfólkinum, arbeiddi heima fyrstu árini, og komin til Havnar starvaðist hon á Láargarði.. Teimum eydnaðist at bjóða fimm børnum vælkomin í heim og geva teimum tryggan uppvøkstur. Deyðin hevur eisini vitjað familjuna og í 1993 vóru boð eftir Ragnu. Góð 10 ár seinni vóru boð eftir báðum synunum Tummasi og Páll. Mariel hevur evnini at góðtaka tað dagurin hevur at bjóða, eisini deyðan, hann setist ikki hendur í favn ella fellir í fátt

“Aftaná at eg møtti Mariu og lærdi teg at kenna, er tað sum at hava fingið ein nýggjan pápa, Mariel. Man blívur klókur av at kenna teg og man blívur eitt gott menniskja. Eg læri at gleðast yvir tey smáu tingini, við at vera saman við tær. Tú trýr ikki hvussu stóran týdning tað hevur fyri meg, at vit hittast minst einaferð um vikuna til døgurða, serliga sunnudagar, har tú situr saman tínum kæru, og eg eri við sum svigarsonur. Og gud skje lov, at tú ikki tekur teg so hátíðarliga, tað er júst tí tað er so deiligt og hugnaligt at vera saman við tær.

Hjartaliga tillukku við degnum.


Vinarliga


Rasmus