Uttanfyri kirkjuna her á sjálvum eiðinum í bygdini stendur ein reyður bilur við norskum nummarplátum og áskriftini Klokkestøperi.
Uppi í torninum í kirkjuni er ein maður til arbeiðis - ikki við at stoypa klokku ella seta hana upp. Hansara uppgáva er at seta til eitt nýtt elektroniskt verk at kima við, og at gera tað so, at lúkurnar í torninum fara upp, tá kimast ella ringjast skal.
Eiðis kirkja hevur nevniliga tvær klokkur, og nú er ætlanin at bygdarfólkið við serstøk høvi skal hoyra hesar báðar klokkurnar ringja ella kima saman.
Arild Tuengen arbeiðir sum elektrikari í einasta klokkustoyparínum í Noregi - Olsen Nauen Klokkestøperi. Hansara uppgáva á Eiði í farnu viku var at fáa hetta kimi-verkið at virka til fulnar.
Enn er ikki tikin støðan til, nær kimi-verkið við ta gomlu klokkuna skal takast í nýtslu. Men tað verður við eina av komandi gudstænastum, verður upplýst.
Eitt virðiligt ljóðføri
Hjá Olsen Nauen Klokkestøperi sum hevur heimstað í norska býnum Tønsberg hava tey fólk til tær ymisku uppgávurnar, tá ein klokka skal stoypast.
At stoypa klokkur er eitt heiðursstarv, soleiðis sum ein av klokkustoyparunum tekur til:
Ein kirkjuklokka skal vara í øldir. Lat tí hvørja nýggja klokku gerast eitt reinstemmað og virðiligt ljóðføri. Sum klokkustoypari føli eg tað forpliktandi at vita, at tær klokkurnar sum stoypast, kanska um túsund ár enn kalla fólk til andakt.
Hesin maðurin arbeiddi við at stoypa klokkurnar, meðan aðrir taka sær av at seta tær upp í kirkjunum, sum hava bílagt hesar. Uppaftur aðrir - sum t.d. Arild Tuengen - arbeiða við tí elektriska partinum.
Hann hevur í sínum starvi vitjað nógvar ymiskar kirkjur, og var í farnu viku í Føroyum á vitjan við tvær kirkjur - kirkjurnar á Eiði og í Miðvági.
Sum Arild tekur til:
- Hinir stoypa klokkurnar. Eg syrgi fyri at tær ringja og kima, tá tær skulu!
Tá vit hittu hann mikudagin í farnu viku var hann júst í ferð við at leggja seinastu hond á arbeiðið við Eiðis kirkju.
Til heiður og æru
Teir dagarnar Arild var í Føroyum hevði hann úr at gera: Tvær rættiliga ymiskar uppgávur skuldu nevniliga loysast hesar dagarnar.
Í fyrsta lagi skuldi tann nýggja klokkan í Miðvági setast til. Og tá talan var um Eiðis kirkju var støðan í roynd og veru hin øvugta.
Her hava teir havt tvær klokkur, har tann nýggjara hevur verið nýtt at kalla kirkjufólkið saman. Men nú var ætlanin, at tann gamla klokkan skuldi koma til heiður og æru.
Henda klokkan er í roynd og veru 125 ára gomul, og er hon, ið varð sett í kirkjuna, sum varð vígd 18. september 1881.
Uppgávan hjá norska Arild var at seta upp eina elektroniska installasjón, soleiðis at møguleiki er at brúka báðar klokkurnar, tá kimast skal. Vanliga verður kortini bert tann nýggja klokkan brúkt, tá ringt verður.
Tanzania, Japan og Føroyar
Sum nevnt niðanfyri finnast hesar klokkur bæði í Vesturheiminum og í teimum londum, har trúboðarar eru komnir við gleðiboðskapinum. Sjálvt í Kina finnast kirkjuklokkur, sum kalla fólkið saman til gudstænastur!
Í farnu viku kom enn ein nýggj klokka upp, tá tann í Miðvágs kirkju varð tikin í nýtslu.
Arild arbeiddi her mánadagin og týsdagin, og var síðani mikudagin og setti upp hetta nýggja kimi-verkið á Eiði. Og hósdagin legði hann leiðina aftur til heimlandið.
Serstøk høvi
Vanliga verður kimað við serstøk høvi, t.d. til barnadóp og til tær stóru kristnu høgtíðirnar.
Sama kvøldið, sum umboðið hjá Sosialinum var og vitjaði Eiðis kirkju skuldi nevniliga heimaliðið, EB/Streymur spæla toppdyst móti KÍ úr Klaksvík.
- Kanska teir fara at kima við klokkunum, um heimaliðið vinnur fótbóltsdystin í kvøld!, sigur Arild skemtandi.
Tað varð kortini neyvan kimað tað kvøldið, tí dysturin endaði við javnleiki 1-1!
FAKTA
Olsen Nauen klokkestøperi
Hetta klokkustoyparíið byrjaði í 1844, og í dag er tað 6. ættarlið frá stovnaranum Ole Olsen sum rekur fyritøkuna. Hetta er einasta klokkustoyparí í Noregi.
Klokkustoyping er siðbundið handverk, tí hetta arbeiðið fer í høvuðsheitum fram á sama hátt sum fyri ártúsund síðani. Klokkubronsan er enn, sum áður gjørd við 78% av kopari og 22% av tini.
Norska fyritøkan hevur gjørt í túsundatali av kirkjuklokkum, sum kalla kirkjulið saman kring allan heimin - í Føroyum, Noregi, Canada, Danmark, Hollandi, Íslandi, Svøríki og USA, og allan vegin út í heim, har gleðiboðskapurin verður boðaður: Kina, Indien, Japan, Madagaskar, Filipsoyggjarnar, Pakistan, Etiopien, Kameroun og Tanzania.
Tað er kortini ikki allastaðni, at elektrisk ringi- og kimi-verk eru sett til. Men á Eiði er hesin møguleikin nú vorðin veruleiki.










