Í einum kjaki skulu báðir partar verða lýstir, og báðir partar skulu kunna forsvara seg. Bjarni Djurholm umboðaði Fólkaflokkin og teirra søk. Torbjørn Jacobsen úr Tjóðveldi umboðaði somu síðu sum Bjarni Djurholm. Hvør var frá hinari síðuni, EINGIN. Var grundarlag fyri hasi sendingini????
Tað bleiv oyðslað við orðum, og Tobbi slapp ordiliga at gotta sær við at spilla landsstýrismannin í vinnumálum út, uttan so at journalisturin steðgaði honum. Sendingin skuldi jú vara til klokkan 18, so langar teymar kundu teir jú fáa.
Hví skal Kringvarpið leggja upp til samgonguslit ella rættari sagt dyrka eitt samgonguslit. At fáa ein serkønan innan økið til at lýsa málið, støðuna og koma við sínum fantasii, hattar er jú møsn. Eg velji at trúgva, at hattar var ein feilur hjá redaktørinum fyri sendingina.
Torbjørn Jacobsen helt ikki, at landsstýrismaðurin í vinnumálum var kompitentur til at velja út, hvør skuldi í nevnd hjá Atlantic Airways. Kanska kundi Tobbi greitt frá, um hann sjálvur var betri egnaður ella greitt frá, hví hann hevur so ilt í reyvini inn á landsstýrismannin í Vinnumálum.
Tómar tunnur buldra mest, og tað er nokk stytsta og besta lýsing av Torbjørn Jacobsen. Tann dagin Tobbi stóð við reyvuni frameftir í veðrið, hugdi í eitt sjókort á brúnni ímillum norsku skerini og leitaði eftir, hvar hann sjálvur var staddur, skuldi ivaleyst sagt honum, ja lat fornuftina ráða. Men sum ikki altíð, so kemur fornuftin aftaná, og tað var nokk sama kensla Tobbi hevði aftan á kjaksendingin var liðug.
Hví er tað soleiðis í Kringvarpinum, at í eina viku hevur allur tíðindafluttningut snú seg um Atlantic Airways, hvat við Jacob Vestergaard, nú hann deilir út svartkjaftaloyvir til høgru og vinstru.
Eru allir fólkafloksmenn friðaðir hjá Kringvarpinum, ella eru journalistanir ikki menn nokk til viðgerða eitt tílíkt mál.
Eg vil siga, at síðani Jón Brian Hvittfelt bleiv tíðindaleiðari, er tíðindafluttningurin blivin alt meiri einssporaður ella er tað bert nakað í eg persónliga upplivi???
Hvussu nógvir útlærdir journalistar gera sendingar við eini kjarnu í hjá Kringvarpinum???
Vestmanna tann 25.03-2009










