Ein Kia fyri hvørt mál

Í sambandi við heimsmeistarakappingina í fótbólti í Suðurafrika burturlutar Kia importørurin í Týsklandi ein spildurnýggjan Kia Soul fyri hvørt mál Týskland skorar í kappingini. Eingin bilur verður tó latin fyri sjálvmál og mál upp á brotsspark.

Allir týsku Kia forhandlararnir hava seðlar í sínum framsýningarhølum til kundarnar at útfylla við møguleika fyri at vinna ein Kia Soul. Kia er ein av høvuðssponsorunum av HM-kappingini.

Tá kappingin er liðug, verður drigið millum seðlarnar