Ein kenslulig útferð

Øssur Johannesen gav herfyri út fløguna Lat tað flóta frítt/Let it flow freely, fløgan er ein tónleikauppliving, ið allar tónleikaelskarar áttu at upplivað.



Fløguummælið
 
Fløgurnar hjá Øssuri Johannesen eru altíð heilt serligar tónleikaupplivingar. Øssur og bassurin klæða óvanliga væl hvør øðrum. Ístaðin fyri vanlig løg verður altíð talan um kensluligar útferðir, har tónleikurin málar ofta ógvusligar kenslur. Soleiðis er eisini á nýggju fløguni Lat tað flóta frítt/Let it flow freely.
 
Á fløguni síggja vit aftur Øssur sum solist. Aftan á tvær fløgur við Hjalta Joensen, er tað aftur bara Øssur. Úrslitið er ein sera góð og sterk fløga. Hon er instrumental, og hetta dámar mær væl, Øssur er so sterkur á sínum ljóðføri, at vokalur ikki er neyðugur. Uttan vokal fær bassurin somuleiðis fríar ræsur, og tað er bara at fegnast um.
 
Fløgan er ein framman á til vanahugsan. Tú noyðist at hava eina meining um hana. Á hesi fløgu spælir Øssur bass, akkustiskan- og elgittar, slagverk og trummir. Men tað er serliga á bassinum, at Øssur veruliga gevur tónleikinum lív. Tað er eingin føroyingur, ið ger tey ting, ið Øssur ger á einum bassi, og tað er ivaleyst heldur eingin, ið roynir. Men tá Øssur ger tey, verður upplivingin vill, viðkomandi og egin.
 
Øssur er ein heilt serligur listamaður við sera sterkum útrykki, og eins og tá pensilin gerst ein gluggi til sálina í hansara málningalist, so er bassurin ein gluggi til sálina í hansara tónlist. Hetta er ikki altið pent ella nydeligt, men ofta ljótt og harligt, men altíð viðkomandi og flott á onkran hátt.
 
Serliga sterkt er lagið Órudd og Kaos, har bassurin skapar eitt grunnleggjandi groove, sum dregur teg inn í lagið, men bassurin liggur somuleiðis sum soloinstrument í lagnum, og Øssur vindir øgiligan tónleik burtur úr honum. Eisini gittarin og slagverkið klæða væl lagnum, og her skilji eg betur enn nakrantíð, hví Øssur hevur hesið ljóðføri við á fløguni. Tey geva tónleikin møguleika at flúgva eitt sindur hægrið.
 
Øssur hevur sína grund í 70 ára rokkinum, og tær somu kenslurnar, sum eru í gomlum Black Sabbath tónleiki, koma fram á fløguni, henda inniligheit og kærleiki til ljóðførið, ið teir gomlu rokkgudarnir høvdu, merkir eisini spælið hjá Øssuri. Tú fært varhugan av, at hetta ikki er ein maður við einum bassi, men ein samla eind, eitt slag av menniskjaligum bassi, fullkomin samanrenning millum persónin og ljóðførið.
 
Á fyrsta lagnum Indisk inspiratión er tað gittarin, ið tekur teg við á eina maniska ferð, har tú beinanvegin fært fløguna kroysta upp í andlitið. Um tú ikki megnar at latað teg takað við á ferðina, so er lagið ov sterkt. Men letur tú teg taka við, so er tað frálíkt.
 
Jón McBirnie hevur ljóðblandað fløguna, og enn einaferð vísir hann sínar ótrúligu dygdir. Ljóðblandið serverar tónleikin á heilt rættan hátt, at Jón sjálvur er framúr góður bassleikari hjálpir ivaleyst í arbeiðinum at ljóðblanda.
 
Lat tað flóta frítt/Let it flow freely er samanumtikið ein ordiliga góð fløga, sum gerst alsamt betur. Hetta er ikki MTV poppur, standard jassur, rnb ella punk rokkur. Hetta er einki minnið enn ein garrvill tónleikaútferð, ið allir tónleikaelskarar áttu at farið á. Legg teg afturá, set tónleikin hart frá, og lat hann flóta frítt.