Fyrsta ferðamannaskipið í ár kom á Havnina í morgun. Talan er um ein gamlan kenning her í Havnini, tí Magellan hevur vitjað her fleiri ferðir um árið seinastu árini.
Magellan er bygd í Ålborg í 1985 og umbygd í 2010. Hon er 726 føtur (221 metrar) long, 46.000 bruttotons og er skrásett á Bahamas.
Magellan tekur 1250 ferðafólk og hevur 726 kømur umborð.
Eftir ódnina Kathrina, ið rakti New Orleans í 2005, varð skipið brúkt at hýsa nøkrum av teimum, sum høvdu mist hús og heim í ódnini.
Núverandi eigarin, CMV, keypti skipið í 2015 og fyrsta túrin legði Magellan at í Havn. Hetta var í samband við sólarmyrkingina. Síðani tá hevur Magellan verið eitt av fýra skipum hjá CMV, sum vitjað í Føroyum fleiri ferðir um árið. Hini eru Marco Polo, Astoria og Azores.
Á hesum túrinum kom Magellan úr Amsterdam og í kvøld liggur leiðin víðari til Reykjavík. Magellan verður aftur at síggja á Havnini 15. juni, 27. juni og 5. juli.
Hetta er fyrsta av teimum 42 vitjanunum, sum vera á Havnini í ár. Nú er ein steðgur til næsta skipið, Astoria, kemur 6. apríl, og so er aftur ein steðgur til Sea Spirit kemur 2. mai.
Tá byrja skipini at koma títtari. Marco Polo vitjar 19. mai og Serenissima 5. juni, og síðani koma tey mest sum slag í slag líka út í septembur mánað.
Seinastu tríggjar vitjanirnar eru tá Viking Star kemur 25. septembur, Silver Wind 26. septembur og allar seinast Marco Polo 9. oktobur, sum tað seinasta av teimum 29 skipunum, sum koma á Havnina í summar.
Trý skip vitja í Runavík, í juni, juli og august, meðan Klaksvík fær vitjan seks ferðir, fyrstu ferð 4. apríl, tá Astoria leggur at. Marco Polo er seinasta ferðamannaskipið sum vitjar í Klaksvík, 9. oktobur.