FSF
Sum vit nevndu í blaðnum í gjár, so róði táverandi FSF-bossurin, Torleif Sigurðsson, fyri trimum árum framundir, at tað kanska var neyðugt við eini ávísari útskifting í nevndararbeiðinum í Fótbóltssambandinum.
Nú, trý ár seinni, tykist hetta í stóran mun at verið vorðið til veruleika, men sjálvur leggur Torleif Sigurðsson tó dent á, at tað á ongan hátt var eitt upplegg til nakra útreinsing, sum hann tá kom við.
- Tað, sum eg tá royndi at framheva ? og sum eisini havi gjørt vart við fleiri aðrar ferðir ? var, hvussu týdningarmikið tað er at hava eina stabila nevnd, sum eisini hevur drúgvar royndir.
- Tað liggur jú eitt veldugt arbeiði aftan fyri alt tað, sum fer fram í FSF, og tí er tað ikki bara sum at siga tað, at koma inn í slíkt nevndararbeiði. Her er tað av alstórum týdningi, at tað alla tíðina eru nakrir persónar, sum hava drúgvar royndir í arbeiðinum, og tað hevur FSF so eisini havt, sigur Torleif, sum tó samstundis leggur stóran dent á tilgongdina av nýggjum fólki.
- Men samstundis, sum tað hevur týdning at varveita royndar personar, so er tað eisini av stórum týdningi, at ein líðandi útskifting fer fram. Eru tað teir somu persónarnir, sum ár undan ári sita í nevndini, so kann effektiviteturin í nevndararbeiðinum minka. Snøgt sagt, tí fólk ofta hava hug at sløvast, um broytingar ikki verða framdar. Og sum sagt, so má hendan útskifting gerast líðandi, um tú samstundis skalt varðveita royndirnar, tí verður alt skift út í einum, so kann tað verða eitt stórt bakkast fyri alt tað arbeiði, sum er bygt upp hesi seinastu nógvu árini, sigur Torleif Sigurðsson.
Mugu finna eina loysn
Í dag situr fyrrverandi fótbóltsbossurin á skrivstovu sínari í Klaksvík, har hann fyri tað mesta tekur sær av sínum parti av føroyska skipaflotanum.
Men samstundis, so situr hann at kalla í eini eygleiðarastøðu, har áhugin fyri føroyskum fótbolti er sjálvsagdur. Og hann sigur seg eisini harmast støðuna, sum í løtuni tykist vera íkomin í samband við formansvalið.
- Eg má siga akkurát sum er, at tað harmaði meg sera nógv, tá eg fyrradagin sá ta útmeldingina, sum var komin til almenningin. Eitt er, um tað eru ósemjur í nevndararbeiðinum, men fyri tað allar mesta má man royna at klára hesar sjálvur. Eg haldi í øllum førum, at ein av styrkjunum, sum FSF altíð hevur havt, er at felegsskapurin úteftir hevur virka sera væl. Fólk hava sum so fingið at vita, at her standa vit saman um avgerðirnar, og á tann hátt hava vit roynt at givið almenninginum ta fatan, at gongdin alla tíðina hevur verið tann rætta. Sjálvandi hava tað verið lutir, sum vit ikki hava verið so øgiliga samdir um, men tað avkláraðu vit sum oftast innanhýsis.
Og at enda staðfestir fyrrverandi formaðurin so eisini, at hann framvegis hevur eina vón um, at eisini hesin knúturin kann verða loystur internt, soleiðis at talan ikki verður um nakað stríð á aðalfundinum.
- Fyri framhaldið av nevndararbeiðinum, so er tað í øllum førum mín vón, at hetta málið verður loyst undan aðalfundinum. Verður talan um stríðsval, so stendur annar parturin av nevndini eftir sum tapari, og tað kann fáa ávirkan á arbeiðið í nevndini framyvir. Tað vóni eg ikki fer at henda, og eg rokni eisini við, at nevndarlimirnir fara at finna onkra loysn á málinum áðrenn aðalfundin, sigur Torleif Sigurðsson at enda.










