Løgmanssteypið
Fríggjadagin varð lutur kastaður um, hvussu spælast skal, tá farið verður undir ársins útgávu av kappingini um løgmanssteypið.
Sum vant, so verður aftur í ár kappast í trimum bólkum, har fýra lið eru í hvørjum. Fyri at fáa kabalina at ganga upp, verða tó fyrst nakrir undankappingardystir, har veikast styrkismettu liðini skulu spæla um pláss í bólkaspælinum.
Í ár verða hesir undankappingardystir leiktir soleiðis. 8. og 9. mars spæla TB-Fram, LÍF-Royn, ÍF-AB og B71-Sumba. Vikuskiftið eftir hetta spæla so vinnarnir av hesum dystum so endaliga undanumfarið til bólkarnar soleiðis: TB/Fram-LÍF-Royn og ÍF/AB-B71/Sumba.
Kanónbólkur
Sjálvt bólkaumfarið í steypakappingini verður leikt 22. mars til 23. apríl. Her vórðu liðini somuleiðis styrkismett, soleiðis at fremstu liðini í fjør ikki kundi koma í sama bólk. Tað forðar tó ikki fyri, at onkur av bólkunum vera sera sterkir á pappírinum. Ikki minst tí talið av lium ger, at tað altíð vilja vera fýra fyrstudeildarfeløg í einum bólki.
Í ár gjørdist tað bólkur trý, sum á pappírinum varð tann sterkasti. Meistararnir úr HB skulu her spæla ímóti grannunum og ivaleyst gullfavorittunum úr B36, siðvandu gøtumonnunum, sum altíð kunnu geva øllum ein skarpan gang og so Skála, sum avgjørt má metast sum lítla liðið í hesum sambandinum.
Í hinum báðum bólkunum tykjast KÍ og NSÍ at vera greiðir favorittar, tó at ávíkavist VB og B68 ivaleyst vilja kappast við, eins og tað verður spennandi at fylgja FS Vágum og EB/Streymi.
Bólkarnir í steypakappingini gjørdust sostatt hesir:
Bólkur 1
NSÍ
B68
FS Vágar
B71, ÍF, Sumba ella AB
Bólkur 2
KÍ
VB
EB/Streymur
TB, LÍF, Royn ella Fram
Bólkur 3
HB
GÍ
B36
Skála