Okkara kokkar hava verið á skránni hjá Sjónvarpi Føroya í fimm vetrar nú. Og er tað frá hesi matsendingini, at vit kenna okkara kokk, Guðmund Guðmundsson.
? Ígjøgnum hesi fimm árini eru nógvar ymiskar uppskriftir komnar undir land, og fleiri hava eisini spurt meg, hví eg ikki havi gjørt eina kókibók burturúr tí, sigur Guðmundur Guðmundsson.
Og nú er ein kókibók so komin burturúr. Ein kókibók við 61 uppskriftum. Døgurðarættir, dessertir, salat, forrættir og annað er innihaldið í bókini. Eisini eru uppskriftir til mat við lágum fiti.
Sjónvarpskokkurin leggur dent á, at allar uppskriftirnar eru bara uppskot til, hvussu tað kann gerast. Ongin sigur, at tí kókibókin sigur, at tað skal vera soleiðis, at tað eigur at verða soleiðis.
Bókin er bygd upp á tann hátt, at á hvørjari opnu eru litmyndir. Ein mynd av liðugt gjørda rættinum, umframt myndir, ið vísa ein part av mannagongdini. Har afturat eru ymsar aðrar uppskriftir til salat og breyð og annað, tó uttan myndir.
Strævið
Per á Hædd hevur tikið allar myndirnar til bókina, og sigur Guðmundur, at uttan Per hevði bókin ikki verið til.
? Eg havi eisini fingið ótrúliga hjálp frá Bókadeildini, og har hava tey verið ótrúliga hjálpsom, sigur Guðmundur.
Myndirnar og rættirnir vórðu gjørdir í summar á Gamla Apoteki. Ein heil vika, har átta tímar um dagin vórðu brúktir til at gera mat og taka myndir.
Nú er bókin so komin til landið og í gjár á døgurða borðreiddi kokkurin við fimm ymsum rættum úr bókini í Hornahúsunum í Havn.
? Eg eri ógvuliga glaður fyri úrslitið. Hetta er ein bók, sum alt Føroya fólk kann fáa gleði av, og eg kann róliga siga, at tað er alt stríðið vert, sigur okkara kokkur.
? Tað er ein ótrúlig kensla, at endiliga hava bókina í hondini. Eg havi glett meg fantastiska nógv til bókin kom ? nógv meira enn eg helt, at man kundi gleða seg til eina bók.
Okkara kokkur sigur eisini, at vónandi er hetta bara fyrsta bókin í eini røð. Hann hevur longu ætlanir um, at møguliga fara at geva fleiri kókibøkur út, men tað er jú ikki bara sum at siga tað.
Men í fyrsta umfarið fegnast Guðmundur um góða úrslitið hann og Bókadeildin til felags eru komin við.
Bókin er nú til keyps í bókhandlunum kring landið.