Ein kúgv bløðir eisini

Næstan á hvørjum ári, síðan Føroya Sjómannadagur í 2005 sá dagsins ljós, hevur grindahvalur verið skorin upp.

Ein afturvendandi táttur á Føroya Sjómannadegi hevur verið, at ein grindahvalur verður skorin upp á havnalagnum í Klaksvík. Aftur í ár eydnaðist tað fyriskiparunum av tiltakinum at fáa fatur í einum grindahvali. Hesin er úr seinastu grindini, sum doyði í Hvannasundi.

 

Tá grindin hevði lagt beinini í Hvannasundi, varð hvalurin opnaður, og alt varð tikin innan úr honum. Síðan varð hann heilfrystur í einari frystibingju.

 

Eyðstein Poulsen, ein av fyriskiparunum av sjómannadegnum, sigur, at longu í seinastu viku varð grindahvalurin lagdur til tiðningar. Royndir vísa nevniliga, at tað tekur langa tíð at tiðna ein heilan grindahval, tí spikið bjálvar bæði móti kulda og hita. Okkurt árið sat í so nógv frost í hvalinum, tá dagurin nærkaðist, og skerast skuldi.

 

Okkurt einstakt ár hevur eingin grindahvalur verið, og eitt árið fekk sjómannadagurin grindahval heilt úr Suðuroy.

 

Tað er Grindamannafelagið, ið syrgir fyri, at hvalurin verður skorin upp á bryggjuni í Klaksvík, og tað er felagið, sum syrgir fyri kunningini, sum bæði er á føroyskum og enskum, soleiðis at eisini útlendingar, ið hava áhuga, kunnu líða á, samstundis sum tey síggja, hvussu hvalurin verður skorin upp.

 

- Hetta er eitt ógvuliga væl fyriskipað tiltak av Grindamannafelagnum, og soleiðis hevur verið øll árini. Tey, sum standa aftan fyri felagið, eiga stórt rós uppborið fyri hetta frálíka tiltak. Tey eru siðilig í orð og talu og duga sera væl at greiða frá.

 

Eyðstein Poulsen vísir á, at eitt árið varð eisini ein kúgv flett og skorin sundur á bryggjuni í Klaksvík - beint við síðuna av, har hvalurin varð skorin upp.

 

- Hetta var líka sum fyri at vísa á, at skulu fólk fáa neytakjøt í handlunum, er neyðugt at drepa og fletta kúnna - og ein kúgv bløðir eisini, tá hon verður dripin. Tað var John William Joensen, ið átti hugskotið um at fletta kúnna við síðuna av hvalinum, og hetta var í eini tíð, tá nógv trýst hevði ligið á føroyingum um grindadrápið, leggur hann aftrat.

 

Tiltakið at skera ein grindahval upp á bryggjuni á sjómannadegnum er eitt upplýsandi tiltak, sum fyrireikararnir av sjómannadegnum halda fellur væl inn í skránna og endamálið við degnum, har dentur verður lagdur á tilfeingið og tað arbeiði, sum á ymiskan hátt er knýtt at hesum.

 

Tað verður leygardagin - í morgin klokkan 13.15 - at grindahvalurin verður skorin upp á bryggjuni í Klaksvík.