Ein jugoslavi afturat til B36

Fótbóltur: B36 ætlar sær at styrkja um verjuna við enn einum jugoslava

Seinastu árini eru fleiri fótbóltsspælarar úr Jugoslavia komnir til Føroyar, og um alt gongur eftir ætlan, kemur ein afturat ein av komandi døgunum.

Tað er B36, sum ætlar sær at styrkja um verjuna við einum 21 ára gomlum jugoslaviskum spælara.

Tað er spælandi venjarin Tomislav Sivic, sum hevur fingið sambandið millum B36 og jugoslavan í lag.

B36 vann FM-heitið í fjør, men síðani hevur felagið mist fleiri av stuðulsspælarunum. Talan er um stórar og sterkar menn sum Tummas Eli Hansen, Julian Johnsson og Óla Johannesen, og tað er ein stórur og sterkur verjuspælari, sum B36 nú roynir at fáa til Føroyar.

Sum skilst eru í løtuni eitt sindur av trupulleikum við at fáa visum til verjuleikaran, men í B36 vóna tey, at hetta fæst í rættlag eina ferð fyrst í næstu viku. Um so verður, kemur maðurin hendavegin longu í næstu viku, tá B36 og hann so í felag skulu avgera, um hann skal vera við í ár.

Tá ein spælari kemur úr útlendskum felag til eitt føroyskt felag, eru eingir trupulleikar av at útvega honum spæliloyvi beinanvegin, og í B36 satsa tey uppá, at jugoslaviski verjuspælarin kann vera við, tá landskappingin byrjar komandi vikuskifti.

Eitt annað, kent andlit í føroyskum fótbólti er eisini farið at venja við B36. Tað er miðvallarin Mikkjal Thomasen, sum fyrr hevur spælt við HB, og sum eisini var inni í landsliðshitanum eitt skifti.

Mikkjal legði fótbóltin á hillina fyri eini tíð síðani, men er nú byrjaður aftur at venja, nú við B36.