Nú eru seks ár síðani, at Føroyar fingu eina demensætlan. Men enn mugu vit staðfesta, at bara 2,02 demenssamskiparar eru settir í starv og sostatt mangla tað framvegis 3,28 samskiparar og tað hevðu kostað landskassanum 1,5 milliónir um árið.
Tað er minni enn undirskotið av Eysturoyartunlinum í tvær vikur. Tað sigur Alzheimerfelagið og nú fíggjarlógin fyri næsta ár er til viðgerðar, heita tey inniliga á Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum um at útvega peningin.
– Tað eru ikki øll lond, ið hava eina demensætlan, og Alzheimerfelagið fegnast um, at Føroyar eru so frammalaga á hesum økinum Tey siga, at soleiðis ljóðaði fagnaðarorðini, tá ið heildarætlanin um tað Demensvinarliga Samfelagi Føroyar, varð handað á stórari ráðstevnu hjá Alzheimerfelagnum í 2015.
Í demensætlanini var nágreiniliga orðað, hvørji tiltøk, tað er neyðugt at seta í verk fyri at kunna kalla okkum eitt demensvinarligt samfelag. Fyrsta stigið var at seta 5,3 demenssamskiparar til alt landið, sum skulu vera á Demensklinikkini á Landssjúkrahúsinum. Hesir samskiparnir skulu vera sjálvt undirstøðukervið á demensøkinum, og teir skuldu vera millumlið ímillum demensklinikkina og eldraøkið í kommununum. Fyri borgarar undir 67 ár eru samskiparnir eisini millumliðið ímillum klinikkina og Almannaverkið.
Men enn mangla 3,28 samskiparar og avleiðingin er, at fólk við demens, umframt teirra avvarðandi í Eysturoy, Norðoyggjum, Norðstreymoy og Sundalagnum, umframt borgarar undir 67 ár, fáa tænastur frá einum demenssamskipara, men tey í Suðurstreymoy, Sandoy, Suðuroy og Vágoy hava ongan demenssamskipara.
– Alzheimerfelagið vil tí inniliga heita á landsstýrismannin í heilsumálum um at bera so í bandi, at hesin peningurin verður útvegaður á fíggjarlógini fyri næsta ár til at fullfíggja tað fyrsta stigið í demensætlanini. Á tann hátt kunnu tey við demens, og teirra avvarðandi, fáa sama tilboð um tænastur frá demenssamskipanini – uttan mun til hvar tey búgva í landinum, sigur Alzheimerfelagið.