ST-dómstólurin, sum viðger krígsbrotsverk í borgarakrígnum í Rwanda í 1994, hevur framvegis ilt við at fáa fatur á teimum, sum eru skuldsettir ella undir illgruna fyri medvirkan í fólkadrápinum, sum kravdi 800.000 mannalív. Í gjár kundi dómstólurin fegnast um, at týska løgreglan hevði handtikið ein mann, sum er undir illgruna fyri krígsbrotsverk í 1994. Men at kalla samstundis komu boð um, at tveir menn, sum vórðu tiknir í Fraklandi herfyri, og sum eisini eru undir illkgruna fyri krígsbrotsverk, vórðu latnir leysir úr varðhaldinum.










