Magni á Deild er sannførdur um, at nýggja arbeiðstilboðið hjá ALS við tíðini fær fleiri arbeiðsleys út aftur á arbeiðsmarknaðin.
Stjórin á ALS hevur sett sær fyri, at okkurt um 100 til 150 arbeiðsleys nú skulu nú fáa eitt meiningsfult arbeiðstilboð. Fríggjadagin fekk ALS lyklarnar til 3000 fermetra stóra bygningin á Hjalla, har handlarnir ”360” og ”Platforma” áður hava hildið til.
ALS hevur sett ein bólk at skapa innihaldið í teimum tilboðum, sum nýggja húsið skal bjóða, og eftir summarfrítíðina letur stovnurin dyrnar upp fyri arbeiðsleysum.
Endamálið er at skapa eitt meiningsfult, samfelagsgagnligt arbeiðstilboð, sum ikki er í kapping við privatu vinnuna.
Les eisini: 150 arbeiðsleys til arbeiðis á Hjalla
Húsaleigan er 1,5 millión um árið, umframt mvg, og harumframt krevur verkætlanin arbeiðsorku hjá ALS.
– Í fjør rindaði ALS útvið 200 milliónir krónur í arbeiðsloysisstuðli. Vit eru sannførd um, at íløgan í hesa verkætlanina heilt skjótt verður vunnin innaftur í lægri útgjaldi. Tilboðið fær tey arbeiðsleysu at nærkast arbeiðsmarknaðinum, sigur Magni á Deild.
Hoyr samrøðu við Magna á Deild við at trýsta á pílin undir myndini.