Meinhard Jensen, lærari í student og hf í Kambsdali og Klaksvík
Tað var einaferð ein smiður, sum gavst at velta epli og ætlaði at skriva seg í telefonbókina sum smiður uttan veltu.
Í seinastuni eru tvey fylgi farin í takt gjøgnum veturin. Prædikufólk, tíðindafólk, fakfeløg, tónleikarar, grafikarar, amnesti, tíðindafólk og øll hava mist gongulagið og lutvíst trúvirðið. Tey stríða eitt heimagjørt stríð í heimagjørdum Føroyum. Alt eisini glatan og heimsfriður dømist eftir almennari viðferð av samkyndum hvat vit á torgum og gøtuhornum siga okkum hava av hjartalagi og eftir samfelagsligari flokking av fólki við einari av tveimum møguligum meiningum um samkynd hugsað fólk. Nú ein dagin mótmælti mítt fakfelag YF »ta niðrandi viðferð, samkynd hava fingið í Føroyum«. Hóast annar eins stórur og størri órættur ikki fær átalu. Tað er ikki skyldan hjá fakfelagnum at berjast partapolitiskt í Føroyum. Stríðið um samkyndni stendur millum smáar deildir, og tað er bara til millum tveir partar, sum lýsa seg sjálvar nógv breiðari, enn teir eru, og sum lýsa mótstøðupartin eftir somu uppskrift. Eg kenni fá, sum eru serliga samd við nøkrum parti. Summi tilskila sær rætt at orða egnar tankar. Tað er óhugaligt at betala pengar og leggja navn til eina herdeild, sum fer ókallað í bardaga á skeivum vígvølli.
Eg var í byrjanini líka nógv fyri sum ímóti hinari greinini í hinari lógini, sum øll tosaðu um, men nú ber illa til at leggja minni í, hvør vinnur ella tapir tað stríðið, bara vit fáa matnáðir. Tað eru onnur og størri ting til. Journalistar og politikarar vilja hava okkum at ganga í tveimum fylgjum, tí teir liva av at hava bineran hugsanarhátt. YF átti at verið oman fyri tað støðið. Summi ynskja frið og duga at tosa fyri seg. Onki er so keðiligt sum ein yvirlýsing.
At lærarafeløg stríðast fyri rættindum hjá lærarum at undirvísa er gott. Men yvirlýsingin hjá YF byrjar: »Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara harmast um og átalar ta niðrandi viðferð, samkynd hava fingið í Føroyum.« Altso viðferð sum so, og tað rakar ikki YF, hvør órættur verður framdur hvar uttan fyri tað fakliga. Eingin niðran er góð, men hetta stríðið hjá YF er óerligt, tí loddið limirnir í felagnum er stolið. Ein uttanveltaður er í ongum parti. Tann, sum verður ognartikin í flokkadrátti, er allýstur og fær ikki umgingist fólk púra persónliga og uttan fordóm. Eg harmist um og átali slíka mannminkandi viðferð. Slík framferð er óetisk og hoyrir ikki heima í einum siviliseraðum, demokratiskum samfelagi fyri at brúka standard yvirlýsingarmáliskur.
Tað mátti verið óneyðugt at kallað seg smið uttan veltu, men here goes: eg eri í øllum flokkadrátti uttanveltaður studentaskúlalærari.