Tað hevur verið væl av vindi í nátt, og hann hevur verið høgur í ættini.
Tíðliga í morgun fekk løgreglan eina fráboðan úr Klaksvík um, at ein húsaklædningur úr aluminium hevði rivið.
- Hetta hevði helst ikki so nógv uppá seg, men ein ella tvær plátur høvdu rivið seg leysar.
Vaktleiðarin hjá løgregluni visti í morgun at siga, at átaksleiðarin hjá Klaksvíkar kommunu hevði fingið boðini um skaðan.
- Higartil hava vit ikki fingið aðrar fráboðanir um vindskaðar í nátt, legði vaktleiðarin aftrat.
Seinnapartin í gjár var aftur galið á Tjørnuvíkarvegnum, har nakað av grót-og moldtilfari var komið oman á vegin.
- Hetta var á leiðini, tey rópa Lundagjógv, og Landsverk tók sær av at rudda vegin aftur, sigur vaktleiðarin.











