Ein hugsað mynd úr Hetlandi

Shetland Space Centre hevur fingið fleiri stórar íleggjarar, eitt nú eitt av heimsins størstu feløgum á økinum, Lockheed Martin.

 

Shetland Space Centre væntar at hava umleið 30 rakettskjótingar um árið, fyrsta verður seinast í 2019 ella týðliga 2020.

Shetland Space Centre fer at hava nógv samband við Føroyar. Her er ein “hugsað” mynd av, hvussu fyrsta launchin fer at siggja út.

Shetland Space Centre fer at stuðla undir føroyskari rúmdarvinnu og longu í dag fara umleið 400 fylgisveinar yvir Føroyum um samdøgrið.

##med2##

Johan Mortensen er ein teirra her á landi, sum hevur nógv samband við Shetland Space Centre, og hann ivast ikki í, at rumdin verður næsta vakstrarøkið hja Føroyum.

– Í Danmark eru til dømis 150 feløg, sum arbeiða in space og umseta fyri slakar sjey milliardir krónur, sigur Johan Mortensen, sum væntar, at 2021 verður árið, tá føroyingar veruliga fáa áhuga fyri hesari vinnu, og væntar Johan, at vit fara eisini at skjóta rakettir upp í Føroyum við fylgisveinum innan fyri nøkur fá ár.