Ein hugleiðing um tað at vera sjúkrarøktarfrøðingur....

Kitty Johannessen, sjúkrarøktarfrøðingur

Sum lesandi fekk eg ofta at vita, at eg skuldi reflektera og skriva dagbók. Tað var ein góður máti at betra um mína sjúkrarøktarhandlingar – at vera reflekterandi.
Nú eri eg ikki lesandi meir, nei, eri vorðin sjúkra­røktarfrøðingur. Altso frøð­ingur í at røkta sjúk á bestan hátt. Tað eri eg eisini stolt av. Eg havi eina fakliga vitan og – billi eg mær inn – menniskjaligar eginleikar, ið skulu til fyri við umsorgan at kunna taka mær av hesum sjúku og eisini teirra avvarðandi.
Ein fyrrapart í míni lest­rartíð var heitið á undir­vísingini: Munur á teori og praksis. Hm, var munur á teori og praksis? Hetta tyktiskt løgið, nú man hevði terpað og tulkað bæði eina og aðra teori, og so at skula fyrihalda seg til eitt fyribrigdi, sum eitur praksis ella kanska veruleiki. Onkur hevði á orði, at tað skuldi itið utopi og praksis, kanska?
Fyri ikki at troytta lesaran ov nógv við teori/praksis og líknandi, kundi eg held­ur hugsað mær at tikið lesaran við til arbeiðis ein eftirhondini sera vanligan dag.
Møti í kvøldvakt nakrar minuttir í trý. Dagvaktirnar – mínir starvsfelagir, ið hava verið til arbeiðis frá klokkan sjey á morgni – tuska runt. Deildin er full, tvey liggja á gongini, tí ikki er pláss fyri teimum á nakrari stovu.
Eg fari inn á kontórið og fái mær eitt skrivligt yvirlit yvir teir sjúklingar, vit hava, og fái síðani munn­liga rapport frá ein­um starvsfelaga. Hon spyr, um eg havi lisið tað, ið skriva verður um lands­sjúkrahúsið? Nei, eg havi ikki, men vil lesa tað, tá eg komi heim. Síðani fái eg at vita um – lat meg kalla hann - Jógvan á stovu 13, ið hevur nógva pínu og sum hevur fingið ring boð í dag. “ Vælsigna, fylg upp uppá tað, eg fekk ikki tíð at venda aftur til hansara”. Eg noteri hetta. Ì songini við síðuna av liggur Petur, ið skal hava heilivág í æðrarnar fyri lungnabruna. Hann er sera trongur, hjartasjúkur eisini. Har skal eisini hyggjast inn ofta. À stovu 14 liggur Anna, ið hevur fingið stóra heilabløðing og er vorðin lammað. Hon er sera tung og røktarkrevjandi. Má vendast ofta, til tess at fyribyrgja trykksári. Við síðina av henni liggur Jensa, ið er bangin og rópar nógv. Hon er dement og skilir ikki, hvat gongur fyri seg. Hevur allarhelst bløðrubruna. Stendur ikki væl á beinunum og má hjálpast av tveimum persónum. Innast liggur Edith, sum hevur sjúka livur og skal hava sukurvatn og laktulosu, sum virkar avførandi. Hon er byrjað at renna á wc nú – hetta er meiningin við viðgerðini – men klárar tað ikki altíð til tíðina, tí hon er so veik.
Rapportin heldur áfram um sjúklingarnar á teimum næstu stovunum og á gong­ini. Eg kann bara vóna, vit eru 4 til arbeiðis í kvøld. Spyrji um hetta og fái játt­andi svar. Puha, tað var gott.
Dagvaktin fer heim nakað seinkað, og vit kvøldvaktir fara í gongd. Vitjunartíðin er liðug, men onkur vitjandi er tó framvegis á stovunum. Vit byrja við at geva medi­sinið og máta blóðtrýst og annað. Klokkurnar og telefonirnar byrja at ringja um kapp, onkur spýr, so alt má skiftast, Edith má hava eina hjálpandi hond, kláraði ikki at koma út á wc til tíðina, og nakað endaði á gólvinum, so gólvið má vaskast so nøkurlunda. Nú ringir alarmurin, so eg skundi mær in hagar. Einar er dottin inni á stovu 11. Hann gloymir, at beinini ikki longur bera hann, og hann vil sleppa heim.
So ringir Petur, hann er so trongur og hevur fing­ið bringupínu. Eg máti blóð­trýst, puls og saturatión – hvussu væl, hann iltar. Hann er bleikur og sveittur, fái eina aðra at ringja eftir læknanum, sum er sera upptikin á skaðastovuni og má heita á ein annan at koma fyri seg. Skrúði upp fyri iltini og gevi nitrospray undir tunguna. Hetta tykist ikki hjálpa nakað. Vóni, læknin kemur skjótt, og tað ger hann eisini og tekur stig til neyðug tiltøk. Hetta tekur tíð. Nátturðavognurin er ikki tømdur heilt enn, og nú er maðurin komin eftir honum og ilskast yvir, at vit ikki kunnu syrgja fyri, at hjólini mólu óhindraði. Eg hvesti eftir honum og fekk ringan smakk í munnin, men altso....
Einar er aftur farin úr songini, og vandi er fyri, at hann dettur aftur, er stórur. Nú er tíð at venda og skifta Onnu inni á stovu 14. Enn hevur ikki verið tíð og friður til at tosa við Jógvan. Kanska fái eg tíð eftir nátturða. Meðan eg mati Jensu, fer alarmurin aftur í gongd. Ein hevur fingið anfall, og ongin pulsur er at føla. Fari eftir ballónini og hjartabrettinum, meðan ringt verður eftir hjálp. Sjúk­lingurin rættar seg nøkur­lunda og avgjørt verður, at hann ikki skal flytast á aðra deild.
Enn havi eg ikki havt tíð til at tosa við Jógvan, og ein avvarandi á gongini hevur bíða meir enn ein tíma eftir, at eg skal koma og tosa við tey. Var á veg, klokkan er vorðin 21.15 , men læknin hevur júst sagt frá, at ein sjúklingur er á veg. Hann skal ikki vera so illa fyri. Má fáa eitt pláss á gongini Ikki ber til at fáa viðkomandi á aðra deild, tí har er eisini fult. Men soleiðis er tað bara. Nú er klokkan 21.35. Havi ikki tosað við Jógvan enn. Leggi venflon, ið er nálin , sum liggur í æðrini, tá viðgerðast skal tann vegin og geri klárt til ta ordineraðu viðgerðina. Havi nógv at skriva. Klokkurnar kima, telefonin ringir kon­stant, Einar er aftur end­aður á gólvinum. Vit vóru upptiknar aðrastaðni. Mín­ir starvsfelagar tuska líka nógv, sum eg. Onkur avvarandi er inni á stovu 14, og heldur fyri, at um eg ikki geri mítt arbeiði betri og vísi teirra kæru ommu meiri umsorgan, kann man bara fara í bløðini. Ja, tað kann man jú bara, sigi eg, men eg havi tagnarskyldu.
Uttan fyri er veðrið vorð­­ið illsligt. Vindurin øk­ist og regnið stendur beint inn á vindeyguni á sjúkra­­stov­­unum Klokkan á stovu 16 ringir. Har trekkir so illa og vatnið meir at kalla fossar niður av vind­eygakarminum. Vit leggja løk í vindeyga­karmarnar og draga gardin­urnar fyri. Tað hjálpir ikki nógv, men eitt sindur.
Møti náttarvaktini á gongini. Er hon longu her? Ja, klokkan er vorðin 23. Havi onki skrivað enn, men gevi skjóta rapport um teir sjúklingar, eg havi havt ábyrgdina av. Síðani fer náttarvaktin í holt við sínar uppgávur. Enn er ikki friður á deildini og tær eru bara tvær til arbeiðis. Vit vóru fýra til arbeiðis, og vit keddu okkum ikki.
Seti meg við einum glasi av vatni í hondini at skriva – dokumentera – tað, ið farið er fram. Vóni, at eg ikki havi gloymt nakað av týdningi. Nógv er ógjørt, ikki tí tað er gloymt, men eg hevði ikki tíð. Mátti prioritera. Onkur kendi seg allarhelst við góðari grund forbígingnan, yvirsæddan. Tosaði ikki við tey, eg hevði lovað at tosa við. Hetta skrivaði eg eisini í rapportina.
Tíðin nærkast miðnátt, ætli at fara heim, men róp kemur í úti á gongini. Einar er farin til gongu og ætlar sær út ígjøgnum eitt vindeyga. Báðar náttarvaktirnar halda honum, so nú eru góð ráð dýr. Eftir tógvið stríð, siss­ast hann. Skundi mær heim. Skal aftur til arbeiðis í morgin.
Sovni ikki, vendi og snari mær í songini, alt meðan tankarnir mala í høvd­in­um. Havi lisið um ræðu­søgur, framdar á Lands­sjúkrahúsinum. Læs, at líka­sæla ræður. Onkur sigur, vit sjúkrarøktarfrøðingar eru kaldar og ódugnaligar. Eru vit tað? Spurningar til reflektión kunnu vera: Undir givnu umstøðum, hvat kundi man gjørt betri? Kundi man havt handlað ørvísi? Og hvat nú við teoriini? Hvat sigur hon? Kann hon nýtast yvirhøvur? Hvat vil teoriin í grundini?
Teoriir snúgva seg um idealir, tað ynskiliga, tað, vit fegin vilja og skula. Prak­sis harafturímóti er ikki júst ein mótsetningur til teoriina, men er bundið av fysiskum og ikki minst fíggjarligum karmum. Til dømis vil tann idealistiska sjúkrastovan vera bæði hugna­­lig og vøkur við al­skyns hentleikum. Ein hoyrir ongan vind, tí vind­eyg­uni eru púra tøtt. Hetta hongur ikki saman við veru­leik­anum, har tað regnar inn.
Teoretiskt sæð hevur sjúkrarøktarfrøðingurin tíð og skyldu til at sita og halda í hond og lurta og práta Ì praksis kann hetta vera sera trupult, tí ikki eru fíggjarligir karmar til at vit eru nóg væl mannaðar til ta røktartyngd, vit so ofta renna okkum í. Skylda okkara er framvegis tann sama, ein nýtir allan sín krearivitet til tess at fáa sum best burturúr. Tó má havast í huga, at tað eru menniskju, vit hava við at gera, ikki fiskafløk, ein kann ikki forútsiga, hvat kann henda í eini vakt, óansæð, hvussu góður vilj­in og kreativiteturin er. Tí­skil kemur ein sjúkra­røkt­ar­frøðingur ofta í stríð við seg sjálva, sína fak­ligu tilvitan, um man kann standa inni fyri tí røkt, man undir givnu umstøðum bjóðar sjúklingunum. Ikki ber til at fara í Ùtvarpið og lýsa við, at útselt er við plássum á eini ávísari deild á Landssjúkrahúsinum. Tí tað eru livandi menniskju, vit eru um.
Ikki veit eg. Veit bara, at hóast vit øll gera okk­ara besta, er ikki vist, at tað er nóg mikið. Allur arbeiðsdagurin er merktur av prioriteringum, og tað er sjálvsagt, at onkur má svíða fyri tað.
Ein nýggj trivnaðarkann­ing talar fyri seg. Forkvinnan í fakfelagi okkara tosar um manglandi virðing fyri okkara arbeiði, nýtir orðið diskriminatión, og hvussu hetta sæst aftur í okkara løn. Eg hugsi so við, men hvør skal skilja okkum, um vit ikki gera nóg nógv vart við okkum og okkara umstøður at arbeiða undir?
Og so er vandi fyri at man er illoyalur yvir fyri síni leiðslu. Tað er ikki ætlanin við hesum skrivi, bert at vísa á okkara umstøður at arbeiða undir, og at hóast onkur vil vera við, at Landssjúkrahúsið hevur fingið nógvar pengar at rutta við, so eru hesir pengar enn ikki náddir út til sjúklingin, og tað er sjúklingin sjúkra­røktarfrøðingurin umboðar, tí mugu vit siga frá at so er.
Mín metan er tann, at kjakið ikki bara skal fara fram í okkara fakblaði, men vilja vit hoyrast og virðast, mugu vit gera vart við okkum aðrastaðni eisini og tað við vanda fyri at verða skýrdar grenjutar. Men vit hava breiðan rygg. Kanska hevur hann verið ov breiður ov leingi.