Framsýning
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Stúgvandi fult av fólki var í hesi sjáldsomu listahøllini, tá latið varð upp herfyri. Síðani tá hava eisini mong túsund leitað sær innar á gólvið at uppliva nýggjastu listina hjá so frægum listafólkum sum Torbjørn Olsen, Zacharias Heinesen, Trónda Paturssyni oø.
Millum tey mongu vitjandi, tá framsýningin lat upp, var eisini okkara kendasti listamálari, Ingálvur av Reyni. Vit spurdu hann, hvat honum dámdi: Hetta er ein sera áhugaverd framsýning. Hon er eisini óvanlig, tá hugsað verður um hølini og staðið, so tað er bara gott at síggja nakað nýtt.
Tað sjáldsama við framsýningini eru sjálvandi fyrst og fremst serstøku hølini. Ein fyrrverandi arbeiðshøll, ið hevur verið brúkt í sambandi við skipasmíð, er innrættað til endamálið. Hon er málað hvít øll sum hon er. Hon er óvanliga stór, rúmlig og ljós og við súlum á gólvinum, sum seta sín serstaka dám á hølini.
Høllin er í tí grøna bygninginum hjá Skipasmiðjuni omanfyri Bacalao.