Ein hóttandi umhvørvisbumba

Tað var tíðliga á morgni hin 3. august í 2007, at Olshana sakk á Tangafirði við 300 tonsum av olju.

Oljan umborð á Olshanu liggur sum ein hóttandi bumba beint við týdningarmestu aliøki í Føroyum.

Í fleiri ár er russiski trolarin Olshana og tey umleið 300 tonsini av olju, sum vóru umborð á skipinum, sum sakk við Flesjarnar á Tangafirði, vorðin gloymd.

Tað var tíðliga á morgni hin 3. august í 2007, at skipið, sum hevði rent seg fast á Flesjunum, sakk og endaði á sjeyti metra dýpi.

Eftir at skipið endaði á havsins botni, søgdu kønir, at í mesta lagi 30 tons av gassolju og níggju tons av smyrjolju lóku úr skipinum.

Sambært skiparanum hevði skipið 12 oljutangar.

Tá skiparin á Olshanu gav sjófrágreiðing um hendingina 7. august í 2007, segði hann, at teir høvdu 30 tons av olju umborð, áðrenn teir bunkraðu onnur 270 tons av olju á Kollafirði. Haraftrat høvdu teir umleið 10 tons av smyrjolju og hydraulikolju.

Eftir skipsbrotið rak olja norður í Sundalagið og inn á Skálafjørðin, men tá lágættin skifti til høgætt, rak oljan undan ættini aftur og sást eisini við Hvítaneslandið og Argjalandið.

Fyrstu tíðina eftir skipsbrotið varð nógv gjørt burtur úr hendingini og vandanum fyri eini umhvørvisvanlukku, men sum tíðin leið, hoyrdist lítið og einki aftur um oljuna umborð á Olshanu.

Og nú valdar fullkomin tøgn.

Men, oljan er har framvegis og liggur sum ein hóttandi bumba beint við týdningarmestu aliøki í Føroyum, Kaldbaksfjørð, Sundalagið, og Nes-landið og fyri so vítt eisini Argjalandið.