Ein hond móti harðskapi

Amnesty í Føroyum ynskir at forða fyri harðskapi móti kvinnum. Løgmaður og aðrir politikkarar hava somuleiðis sagt seg stuðla hesum arbeiði.

Havn: ? Harðskapur móti kvinnum fer ikki bert fram í øðrum londum. Hann fer eisini fram í okkara landi ? hvønn einasta dag!
Hetta hendir ofta heima við hús, har bæði kvinnur og børn átti at følt seg trygg. Henda harðskapin kunnu vit á ongan hátt góðtaka, hóast hann fer fram innan fyri húsins fýra veggir, sigur Annika Sølvará, forkvinna í Amnesty Føroya Deild.
Týsdagin lat deildin upp eina serstaka framsýning í SMS, har ljós varð sett á støðuna hjá kvinnum kring allan heimin ? serliga teimum kvinnunum, sum eru úti fyri harðskapi av ymiskum slagi.
Til tiltakið var eisini løgmaður og aðrir politikkarar bodnir, og kundu teir bæði geva eina hond í stuðli, men eisini seta sína hond á arbeiðið ímóti hesum harðskapi.
At tað er neyðugt at gera okkurt við hetta vísa hagtølini greitt: Ein av trimum kvinnum er onkutíð í lívinum fyri harðskapi. Fleiri teirra doyggja eisini av hesum harðskapinum.
? Hetta má steðgast. Og tað er í okkara hondum at fremja hetta í verki, sigur Annika Sølvará.

Ikki bert paragraffir
Felagsskapurin Amnesty hevur nú sett sær fyri at hetta evnið skal á dagsskránna um allan heimin.
Ein hevur leingi verið greiður yvir henda harðskapin, men fyri júst einum ári síðani tók felagsskapurin eitt stig til at steðga hesum. Og tað er tað arbeiðið, sum heldur fram her á landi.
Aðalskrivarin í Amnesty International, Irene Khan segði, tá hetta átakið varð sett í gongd, at harðskapur móti kvinnum er ein sjúka.
Henda sjúkan etur mergin í øllum samfeløgum í øllum heimsins londum. Tað er ikki bara nakað, sum hendir øðrum. Tað hendir eisini tær, vinum tínum og familju tíni.
Ikki fyrrenn vit øll siga: "Nei, eg vil ikki at hetta skal henda", kunnu vit gera enda á harðskapinum, siteraði Annika frá aðalskrivaranum.
Europaráðið hevur somuleiðis staðfest, at harðskapur móti kvinnum er størsta einstaka orsøkin til deyða ella avlamni hjá europeiskum kvinnum í aldursbólkinum 16 til 44 ár.
Av hesi orsøk mælir felagsskapurin tí til at lógir og reglur verða gjørdar, sum verja kvinnurnar og børnini, og sum samstundis ger tað møguligt at steðga teimum, sum fremja harðskap.
Tað er kortini eisini neyðugt við stuðli og hjálp til tey, sum eru fyri harðskapi. Lógir og reglur mugu sjálvandi fylgjast.
Harðskapur móti kvinnum snýr seg ikki bert um paragraffir, men eisini um hugburð. Vit ynskja tí at broyta henda hugburðin, sum sigur "Tað er ikki nakað, ein kann ella skal blanda seg í", sigur Annika.
Eftir hetta høvdu so Jóannes Eidesgaard, landsstýrismenn og løgtingsmenn og øll onur høvið at seta sína hond á ein bannara sum stuðul til hetta átakið.
Væl varð tikið undir við hesum, tí eftir lítlari løtu var ikki nógv pláss eftir til fleiri hendur.