Ein hjartalig gleði hjá okkum øllum

Tað var ein ógvuliga lættur B36-venjari, Mikkjal Thomassen, vit høvdu á tráðnum aftaná dystin.

– Vit spæla við einum ótrúliga ungum liði. Vit mangla nógvar spælarar, vit hava Brima Koroma uttanfyri. Vit hava Jákup á Borg, Fróða Clementsen og Hanus Thorleifson uttanfyri, og Sam Malsom er ikki væl fyri, tí hann hevur havt virus. So vit spæla við einum ungum og óroyndum liði, og aftur eru vit óhepnir.

- Teir fáa eitt mál burturúr ongum, og tá síggji eg at hálsurin knekkar á spælarunum, men tað tóku vit og viðgjørdu í steðginum, har eg heitti á teir um at velja tær einføldu loysnirnar og flyta bóltin, so skuldi málmøguleikarnir nokk koma.

- Ferð kom á, aftaná nakrar útskiftingar, har nakrir ungir spælarar koma inn og vísa vegin fyri hinar, og trúgva uppá møguleikan, og tað sær ógvuliga gott út teir seinastu 20 minuttirnar, har vit skapa eitt hava málmøguleikum, og 07Vestur er púra vekk ta síðstu løtuna, staðfestir Mikkjal Thomassen.

Mikkjal ásannar, at sigursmálið hjá Boga Hermansen var ein forloysingur hjá øllum liðnum:

- Vit søktu hatta málið ógvuliga hart, og tað var heilt fantastiskt, ein sær tað á okkara andlitsbrøgdum, at tað er ein hjartalig gleði hjá okkum øllum. Vit hava søkt tað í so nógvum dystum nú, og nú sóu vit, at tað riggaði, greiðir ein lættur Mikkjal Thomassen frá.