Heiðurslønin fyri besta sang í poppbólkinum varð í fjør handað Døgg Nónsgjógv fyri sangin Tú tók mína hond.
Hon sigur við in.fo, at hon heldur at FMA hevur stóran týdning fyri tónleikararnar og fyri øll ið dáma tónleik.
- Fyri tónleikararnar er tað stuttligt og gevandi at teirra arbeiði verður virðismett, og fyri áhoyrararnar er FMA ein góður møguleiki at hoyra alt, ið rørir seg á føroyska tónleikapallinum. Tað er umráðandi, at tónleikurin fær virðing. Tónleikarar brúka nógva tíð og orku uppá tónleikin, og øll eru nokk samd um, at tað hevði verið trist, um eingin tónleikur var, sigur hon.
Døgg Nónsgjógv metir heilt víst, at ein virðisløn á FMA kann hjálpa einum tónleikara víðari á yrkisleið síni.
- Ein sigur vísir einum tónleikara, at arbeiði hann hevur gjørt, er gott, og gevur tað eyka gleði at halda fram við tí, hann brennir fyri. Ein sigur kann eisini gera, at fólk fáa eygu á teg, og harvið fært tú fleiri møguleikar at framføra til ymisk tiltøk.
Døgg Nónsgjógv er ikki tilnevnd nakra heiðursløn í ár og skal ei heldur framføra, so hon verður ikki í Norðurlandahúsinum leygardagin.
- Í ár fari eg at hugna mær heima og fylgja væl við FMA, sigur hon at enda.










