Ein hjálp til tey sálarveikastu

Um stutta tíð fer at bera til at noyða heilivág í tey fólk, sum eru so sálarsjúk, at tey ikki sjálv fata, hvussu nógv teimum tørvar viðgerð

Runt um í landinum ganga sálarsjúk fólk og eru til ampa bæði fyri seg og onnur. Tey ganga oftast so, tí tey eru givin við at taka heilivágin, sum tey hava fingið fyri sjúkuna.
Summi teirra eru harðlig, og onnur fólk ræðast tey.
Tey avvarðandi eru ráðaleys, um sjúklingarnir ikki skilja, at teimum tørvar hjálp.
Og tað er ikki sum at siga tað at fáa lagt slík sjúk fólk inn á psykiatrisku deild móti teirra vilja.
Men nú er ein lóg á veg, sum loyvir, at heilivágur kann verða noyddur í tey.
Løgtingið hevur týsdagin, í morgin, 2. viðgerð av ríkislógartilmælinum um at seta í gildi fyri Føroyar ”forskellige love om ændring av lov om anvendelse af tvang í psykiatrien”.

Treytir fylgja við
Í hesum liggur m.a. at heimild skal vera fyri at seta í verk tvungna uppfylging, eftir at sjúklingar eru útskrivaðir. Ávísar treytir skulu tó vera til staðar, áðrenn hetta verður sett í verk. Millum annað at tað við støði í tí aktuellu innleggingini er ein grundaður illgruni um, at sjúklingurin steðgar við at fylgja teirri viðgerð, ið er alneyðug fyri sjúklingin. Eisini er tað ein treyt, at sjúklingurin tey trý seinastu árini undan aktellu innleggingini er vorðin tvingsilsinnlagdur í minsta lagi tríggjar ferðir.
Rósa Samuelsen er forkvinna í løgtingsins trivnaðarnevnd. Hon ger vart við, at nevndin er einmælt samd um at seta lógina í gildi.
Hon veit um sorgarleikir, sum hava staðist av álvarsliga sálarliga sjúkum fólkum.

Fyri teirra egna besta
Sinnisbati hevur havt lógaruppskotið til ummælis og tekur fult undir við tí.
- Tað eru fleiri sálarliga sjúk fólk, sum eru full av angist. Tey skilja ikki, at tey mugu hava hjálp, tí tey duga ikki at síggja, at nakað er galið við teimum og geva samfelagnum skyldina. Tá er tað, at tey sláa frá sær. Hetta eru ofta flogklók fólk, men tey eru paranoid, síggja og hoyra yvir seg. Tí er tað gott við hesi lógini, sigur Soffi Egholm, forkvinna í Sinnisbata.