Ein hin kendasti fangin í USA verður nú leyslatin

O.J Simpson verður nú leyslatin eftir at hava sitið í níggju ár

Fyrrverandi størnan í amerikanskum fótbólti, hin umstríddi O. j. Simpson, verður nú royndarleyslatin, eftir at hava sitið í níggju ár.

 

Tað skriva fleiri útlendskir miðlar í dag.

 

Í 2008 varð hann dømdur fyri vápnað rán, og álop við vápni, men nú verður hann væntandi royndarleyslatin í oktober.

 

O.J. Simpson, sum eisini hevur roynt seg sum sjónleikara, varð annars dømdur at sita í 33 ár, men eftir níggju ár kundi hann verða royndarleyslatin og tað hevur ein nevnd, ið viðgerð slík mál, avgjørt, at tað skal hann vera, beint sum hann hevur sitið hesi níggju árini. Niðurstøðan er, at hann hevur skikkað sær væl, hevur hildið tær reglur, sum eru galdandi í fongslinum og er ikki longur til vanda fyri nakran.

 

Eisini maðurin, sum Simpson leyp á, bar í bøtuflaka fyri honum og helt, at hann hevur uppiborið at fáa ein møguleika afturat og fyri tað kundi hann sjálvur koma eftir honum og koyra hann til húsar.

 

Tann 70 ára gamli O.J, Simpson takkaði so miriliga fyri álitið Hann helt, at hann hevur verið ein fyrimyndarligur fangi. Maðurin, sum Simpson leyp á, bar eisini í bøtuflaka fyri honum og helt, at hann hevur uppiborið at fáa ein møguleika afturat og fyri tað kundi hann sjálvur koma eftir honum og koyra hann til húsar.

 

O.J. Simpson gjørdust heimskendur í 1995, tá ið hann var ákærdur fyri at hava dripið fyrrverandi konu sína, og ein vinmann hennara, men hann varð fríkendur eftir eitt rættarmál, sum varð sent beinleiðis í sjónvarpi um allan heimin.

 

Men seinni varð hann so tikin og dømdur fyri vápnað rán, og hevur sostatt sitið síðani 2008.