Ein herskin biti av svølgja

Tað er ein beiskur biti hjá javnaðarmonnum, at teir nú mugu leggja seg út í eitt stríð við fakfeløgini um verkfals- og samráðingarrættin. Kristian Magnussen, formaður í tingbólki Javnaðarfloksins, sigur, at hetta er eitt neyðugt stig at taka í núverandi støðu

- Eg eri ikki glaður fyri, at vit nú noyðast at avmarka rættindini hjá einum fakfelag at gera sáttmálar, men hetta er eitt neyðugt stig at taka. Um øll framleiðsla á landi steðgar upp, skramblar alt saman, sigur Kristian Magnussen, nú samgongan hevur tikið stig til at steðga verkfallinum við lóg.
- Útflutningsvinnan hevur ikki gott orð á sær orsakað av verkføllum, og hetta ger støðuna frægari, sigur hann.
Formaður Starvsmannafelagsins, Gunnleivur Dalsgaard, er í øðini um støðuna, og hann hóttir við tiltøkum frá sínum limum.

Neyðugt stig
Hóast Kristian Magnussen ikki er fegin um gongdina í málinum, heldur hann, at hetta er eitt neyðugt stig at taka  bæði at vraka sáttmálan millum SEV og Maskinmeistarafelagið og at tvinga maskinmeistararnar aftur til arbeiðis við eini løgtingslóg.
- Hevði Bárður Nielsen góðkent sáttmálan, hevði hann óbeinleiðis lagt støðið fyri komandi samráðingar á almenna arbeiðsmarknaðinum í heyst, og landskassin hevur heilt einfalt ikki ráð til slíkar lønarhækkingar, heldur Kristian Magnusen.
- Um vit geva eftir fyri lønarhækkingum nú, fer tað at hava avleiðingar fyri aðrar vælferðartænastur í Føroyum, sigur Kristian Magnussen, og so er spurningurin, um fólk yvirhøvur tíma at búgva her á landi.

Løgin støða
Viðvíkjandi samráðingunum millum SEV og Maskinmeistarafelagið sigur Kristian Magnussen, at hetta er ein løgin støða við tað at landsstýrið er eftirlitsmyndugleiki, men ikki tekur lut í samráðingunum.
- Landsstýrið skuldi møguliga verið við í samráðingunum, men spurningurin er, hvønn leiklut tað skuldi havt. Vit skulu møguliga umhugsa, um landsstýrið yvirhøvur skal vera eftirlitsmyndugleiki og hava rættin at vraka slíkar sáttmálar, sigur Kristian Magnusen.